- Byrjað verður væntandi at taka fisk úr aliringunum á Miðvági um miðjan mai, og enn eru eingi kemisk evni brúkt til avlúsing, síðan sett varð út fyri einum ári síðan.
Tað veit Fiskaaling at siga.
Atli Gregersen, stjóri á Hiddenfjord, sum eigur alibrúkið á Miðvági, fegnast um, at tað higartil hevur borið til at sloppið undan at brúka kemisk evni til avlúsing.
- Enn er fiskurin ikki tikin, men eg eri bjartskygdur, sigur stjórin.
Teir settu smolt út á Miðvági í mars í fjør og rognkelsi í november, og fakta er, sigur stjórin, at lúsin er minkað við einum triðingi. Hann vísir til tøl úr Noregi sum siga, at rognkelsi tykist vera aktivari ta ljósu tíðina, tá dagarnir eru langir.
- Hetta tykist passa væl við tað, vit síggja nú. Eftir at rognkelsini vórðu sett út, minkaðu tølini nakað fyri síðan at flata útaftur. Nú er lúsin aftur farin at minka, og seinasta teljingin vísti, at nú eru tølini tey lægstu, síðan sett varð út.
Atli Gregersen hevur fleiri ferðir víst á, at kemisk viðgerð móti laksalús er ikki haldbar, og hann dylur ikki, at hann er sera fegin um gongdina, sum nú er á Miðvági.
- Eitt er, at hetta er eitt sindur bíligari enn kemisku evnini. Men tað, sum er nógv størri, er, at vit kunnu prógva, at vit hava ikki brúkt kemisk evni.
Hann væntar, at keypararnir eisini fara at leggja hetta til merkis.
- Tað kann verða so øgiliga knappliga, at keyparar ikki vilja vita av fiski, sum er viðgjørdur við kemiskum evnum, og her er heldur ikki blandað lúsaviðgerð upp í fóðurið.
Stjórin sigur, at tá liðugt er at taka, skulu ringarnir reinsast, eisini fyri rognkelsi.
- Eru nøkur eftir á lívi tá, skulu tey fyribeinast sambært laksareglugerðini. Rognkelsini verða send til Salmon Proteins á Eiði og viðgjørd eins og annað slógv frá alivinnuni, sigur Atli Gregersen, við heimasíðuna hjá Fiskaaling.