Komandi dagarnar spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti tveir sera týdningarmiklar dystir í EM-undankappingini í hondbólti.
Fyrri dysturin er móti Svøríki í høllini á Hálsi í Havn í annaðkvøld klokkan 19, og tann seinni dysturin er móti Íslandi á Hafnarfirði, sunnudagin klokkan 17.
Eydnast tað føroysku kvinnunum at knógva eitt stig, ella bara at halda ein góðan málmun í báðum dystunum, so eru møguleikarnir til staðar at enda millum fýra teir bestu tríararnar í teimum átta EM-undankappingarbólkunum, og harvið vinna seg til EM-endaspælið í Ungarn, Sveis og Eysturríki seinast í november og í desember.
12. oktober í fjør taptu okkara kvinnur 20-37 (13-19) fyri Svøríki. Í EM-undankappingini í 2017 og 2018 taptu Føroyar 15-33 og 13-32 fyri Svøríki.
Svøríki er eisini risastórur favorittur at vinna á Føroyum í annaðkvøld.
Tær svensku kvinnurnar eru somikið stórur favorittur, at fýra altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin vilja ikki lata odds upp á svenskan sigur. Tað er givið í teirra verð, at Svøríki vinnur dystin.
Miðaloddsini upp á føroyskan heimasigur eru 39,75.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 42,75.
HER eru oddsini:
##med2##