Sambært skránni fyri bólkaspælið í steypakappingini skuldu VB og TB havt verið norðanfyri bæði páskaaftan og 2. páskadag. Páskaaftan skuldi VB havt verið í Klaksvík og TB á Toftum og 2. páskadag skuldi TB spæla í Klaksvík og VB á Toftum.
Men eingir dystir vóru í Klaksvík og á Toftum hesar dagarnar.
Kappingarstjórin hevði givið loyvi til, at páksaaftan skuldu VB og TB spæla. Dysturin millum B68 og KÍ hevur kappingarstjórin ásett at vera mikukvøldið í komandi viku.
Suðuroyarliðini heittu fyri páskir á kappingarstjóran um at fáa dystirnar norðanfyri útsettar til verkfallið var av, men kappingarstjórin boðaði teimum frá, at hann hevði sama hugburð til hetta, sum hann hevði vikuna frammanundan, tá KÍ og B68 skuldu til Suðuroyar. Tað vil við øðrum orðum siga, at um liðini ikki møttu til ásetta tíð, so taptu tey.
Seinni boðaðu suðuroyarliðini KÍ og B68 frá, at tey frá fleiri limum í kappingarnevndini høvdu fingið loyvi til at útseta dystirnir norðanfyri, tí tað var so tvørligt við sambandinum.
Greitt er, at avgerðin um útsetingina ikki var eftir høvdinum á kappingarstjóranum. Dánjal Andreasen heldur seg til samtyktina, sum varð gjørd á síðsta fundinum í kappingarnevndini. Hon segði, at um lið ikki møttu til dystir í bólkaumfarinum, so skuldu tey tapa, og so skuldi nevndin annars taka støðu til, um tað skuldi hava nakrar aðrar avleiðingar. Dánjal Andreasen var ikki at hitta í gjár, men kappingarnevndin skuldi hava fund seinnapartin í gjár, og tá skuldi hesin spurningurin takast til viðgerðar.
Dystirnir, sum sambært skránni skuldu havt verið páskaaftan, verða í staðin spældir komandi sunnudag. Tá skal VB til Klaksvíkar og TB til Toftir.
Kurt í hopla
Avlýsingarnar og útsetingarnar bóru við sær, at í staðin fyri fýra dystir, so vóru bara tveir dystir í bólki tvey á páskum.
Toftamenn vóru smurdir av 5-0 í Klaksvík skírisdag, og tað var fyrst og fremst Kurt Mørkøre, sum gjørdi um seg. Hann skoraði øll fimm málini, og tá støðan var 5-0 misnýtti hann eitt brotsspark. Eyðun Petersen í B68 málinum bjargaði. Hann hevði nakað frammanundan loyst Allan Joensen av. Hesin hevur verið skaddur í beininum, men tað var mett, at hann var komin so mikið fyri seg, at hann kundi spæla.
Signar Johannesen og Fróði Clementsen vóru miðverjar hjá B68, og so verður spennandi at síggja, hvussu B68 venjarin, Bjørn Krogh, fer at byrgja upp fyri Kurt, tá KÍ kemur út á Toftir. Tí tá verður talan um generalroynd til landskappingina. Í fyrsta umfarinum skal B68 til Klaksvíkar!
VB aftur omaná
Í løtuni eiga vágbingar besta fótbóltsliðið í Suðuroy. Tað var sjón fyri søgn á Sevmýri skírisdag, tá VB vann 2-0, og páskaaftan var tað staðfest á Vágseiði, tí tá vann VB 3-0 á TB.
Í fyrra dystinum vóru vágbingar greitt omaná í 1. hálvleiki, og tað var tá, at tir høvdu møguleikarnar og skoraðu bæði málini. Bæði málini komu eftir frísparksstøður, og tað vóru ávikavíst Krzystof Popczynski og Jón Pauli Olsen, sum høvdu síðsta fótin á.
2. hálvleik hevði TB bóltin meiri, og teir royndu at trýsta, men VB málverjin varð ikki settur á tær stóru royndirnar.
Í Vági var 1-0 í hálvleikinum, og tað vóru teir báðir útlendingarnir hjá VB, sum skoraðu øll málini. Í 1. hálvleiki skoraði Krzystof Popczynski, og í 2. hálvleiki staðfesti sami maður sigurin, eftir at Milan Culjic hevði økt til 2-0.
Á Tvøroyri hevði VB sama lið, sum teir høvdu móti B68, burtursæð frá at Bjarni Johansen var aftur í málinum. Í Vági vóru Hans Pauli Dahl og Elian Hansen við í staðin fyri Palla Augustinussen og Petur Óla Samuelsen.