Eingi útlit fyri kava

Eitt lágtrýst, beint norðan fyri Írland, fer í ein norðan og fer í dag framvið beint yvir ella tætt framvið okkum. Brúgvaløg haðani geva okkum regn og vind. Týsnáttina kemur eitt nýtt brúgvalag við regni og vindi inn yvir landið av útsynningi og síðani streymar óstøðug luft við ælaveðri inn yvir okkum av landsynningi og eystri.

 

Veðrið í dag

Strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 20 m/s, sum makar í gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn, men út á seinnapartin og kvøldið klárar eitt sindur í. Hitin millum 5 og 8 stig. Í nátt gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum út á dagin snarar í ein landsynning og veksur vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt og hitin um 8 stig. Um kvøldið veksur hann vindin í stívt andøvsgul uppí hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, men út á náttina minkar hann vindin aftur. Skýggjað og samregn og hitin millum 6 og 8 stig.

 

Týsdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og regn og hitin um 10 stig. Um kvøldið og náttina minkar hann vindin í lot til andøvsgul av landsynningi og suðri, 2 til 7 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt og stundum klárt og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mikudagin

Lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 2 til 7 m/s, sum snarar í ein eystan. Samdrigið og okkurt æl. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 og 6 stig.

 

Hósdagin

Lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar og um náttina lutvíst klárt. Hitin um dagin millum 4 og 8 stig, um náttina um frostmarkið í støðum.

 

Fríggjadagin

Lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 2 til 7 m/s, sum øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt æl sum frá líður. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.