Veðurtíðindi
Flogvøllurin:
Tá veðurstøðirnar verða lisnar í Útvarpinum eftir páskir, verður flogvøllurin ikki at hoyra millum støðini, sum hava lot av landnyrðingi við ongum avfalli og góðum sýni.
Veðrið fer tó at vera tað sama, eisini á flogvøllinum, men Danmarks Meteorologiske Institut, DMI, sum hevur goldið fyri mátingarnar á flogvøllinum, gevst nú við hesum gjaldi, og so verða ongar mátingar gjørdar, sigur Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti í Vágum.
Ikki tí at tað hevur nakran praktiskan týdning sum so, sigur hann, men hetta hevur verið ein tænasta, sum fólk hava vant seg við. So hava tey sitið og lurtað eftir Útvarpinum og sammett við aðrar støðir, hvussu veðrið nú er kring landið.
Onkur, sum ætlaði sær at flúgva, hevði tað eisini sum málistokk fyri, hvussu bangin ein skuldi vera ella ikki.
Hinvegin verður veðrið kortini kannað relguliga bæði á og rundan um flogvøllin.
Í hesum døgum verður ein vindradari royndarkoyrdur í økinum. Hann skal kanna og siga frá, hvussu vindviðurskiftini í umráðnum eru, soleiðis at flogleiðslan kann leiða ferðsluna soleiðis, sum líkindini eru best til.
Tær kanningarnar fara helst at halda fram eina tíð enn, sigur Finnbogi Niclasen, tí enn eru ikki allir møguleikar royndir.
?Tað er nú so við slíkum, at tað er, sum vindurin blæsur. Og enn hava ikki allar ættir blást kring flogvøllin, síðan radarin varð settur upp, sigur hann.