Eingin broyting á Sandoynni

Tjóðveldisflokkurin megnaði at vinna ein sera tepran sigur á Fólkaflokkinum á Sandoynni, meðan Javnaðarflokkurin vann tryggan sigur

Tann stóri spurningurin í Sandoyar valdømi var, hvør fór at fáa tann næst valda mannin. Tað fór at standa ímillum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, sum royndi at endurvinna tingsessin. Eingin ivi var hinvegin um, at Javnaðarflokkurin við Gerhard Lognberg úr Skopun fór at vinna.
Endin var, at Tjóðveldisflokkurin og Páll á Reynatúgvu drógu longra stráið við 25 atkvøðum frammanfyri Fólkaflokkin.
? Tjóðveldisfólk í oynni hava gjørt eitt sera stórt arbeiði fyri at tryggja flokkinum tann eina mannin í hesum valdøminum, sigur ein fegin Páll á Reynatúgvu, sum varð valdur fyri triðju ferð.
Tann stóra veljarakanningin, sum Sosialurin og Fynd gjørdu í samstarvi við Føroya Tele gjørdu fyri valið, vísti, at Tjóðveldisflokkurin fór at missa mannin í Sandoynni.
? Veljarakanningin var góð fyri okkara viðkomandi, tí hon vísti, at tað var sera tætt um tann síðsta mannin, og tað hevur virkað til okkara fyrimun, er metingin hjá Páll á Reynatúgvu.

Polarisering
Á Sandoy vísti tað seg, at skopuningar stóðu mannsterkir um borgarstjóran Gerhard, og sandingar gjørdu manngarð um Páll á Reynatúgvu. Tað er mangan soleiðis, at skopuningar royna at tryggja sær tann eina mannin, meðan sandingar royna tað sama.
Samlaða úrslitið var annars, at Javnaðarflokkurin fekk 326 atkvøður, Tjóðveldisflokkurin 284 og Fólkaflokkurin 259.