Í ítróttarsosialinum týsdagin skrivaðu vit í sambandi við greinina um steypadystin millum Sumba og LÍF, at Sumba fer at fáa sín fjórða útlendska spælara á liðið. Eftir hvat vit høvdu fingið upplýst, skuldi hesin vera danin Peter Jørgensen, sum spældi við sumbingum í 1997, tá liðið flutti upp í 1. deild.
Men nevndin í Sumbiar Ítróttarfelag ger vart við, at einki hald er í hesum tíðindunum, og sostatt kunnu vit avsanna, at Peter Jørgensen skal spæla við Sumba aftur. Vit biðja lesararnar orsakað mistakið.
? blðm. ?