Dagny Joensen
12 fólkatingsevnir eru á listanum hjá Fólkaflokkinum, eisini Óli Breckamnn, sum stillar upp aftur.
- Vi stilla upp, av tí at føroyingar sambært grundlógini hava rætt til at fáa tvey umboð í Fólkatingið, og fyri at vera við til at mynda tann førda politikkin í danska tinginum. Vit gera tað eisini, tí vit halda, at tað er rætt og gagnligt fyri Føroyar, sigur Óli Breckmann.
Hvat gagn hevur tú havt av at samstarva við Konservativa flokkin?
Vit hava bert tekniskt samstarv. Eg havi ikki verið á fundi við teir Konservativu í - tú kanst skriva fleiri ár, sigur Óli Breckmann.
Hann heldur, at eingin er óheftur í Fólkatinginum, av tí at 179 limir eru, og at ein atkvøða ger munin, um hon er fyri ella ímóti.
- Annars luttaki eg fyri tað mesta passivt í donskum politkki, og eri bert virkin, tá føroysk viðurskifti eru fyri í Fólkatinginum.
- Tú gjørdi m.a. munin, at danir í sínari tíð noyddist undir sonevnda ?Kartoffelkuren³. Hvat hevði tað við føroysk viðurskifti at gera?
- Tað gjørdi eg, av tí at eg vildi hjálpa borgarligu stjórnini.
Um málið ikki fekk undirtøku í Fólkatinginum ta ferðina, fall tann borgarliga stjórnin, og tá hevði eg hjálpt Anker Jørgensen og donsku sosialdemokratunum at komið til valdið. Tað vildi eg ikki, sigur Óli Breckmann. Hann sigur, at tá noyddist hann at góðtaka, at hann blandaði seg í donsk viðurskifti.
- Tá TV2 skuldi stovnast, var tú eisini tungan á vágskálini?
Jú, tað er púra rætt. Har atkvøddi eg fyri at avtaka sjónvarpsmonopolið, tí eg helt tað vera rætt. Eg fekk enntá ein uttanflokkatingmann í Danmark at hjálpa mær, sigur Óli Breckmann, og leggur aftrat, at Fólkaflokkurin í 1987 samtykti, at hann, sum flokkur, ikki skuldi fella eina borgarliga stjórn.
Hví gjørdi tú ikki meir fyri at kunna donsku fólkatingslimirnir um føroysk viðurskifti í 1992?
- Nú sótu vit og borgarliga stjórnin bert frá oktober 1992 til januar 1993,. so tað var avmarkað hvat ein tinglimur megnaði hetta tíðarskeiðið.
- Eg var kortini tann fyrsti, sum fekk at vita, at Shlüther vildi handa føroyingum undirgrundina. Eg var bert ein av 179, og hin var umboð fyri Javnaðarflokkin.
Sjálvandi kann ein altíð harmast um, at ein einsamallur persónur ikki fekk sannført donsku stjórina, fólktingið og donsku embætisfólkini - okkum til fyrimunar, sigur Óli Breckmann.
Fólkalfokkurin vil í sínum valstríði tosa fyri at avtalurnar, sum vóru settar í verk 1993, verða avtiknar, og fyri at endurgjaldskravið fyri bankamálið verður so stórt sum til ber, umframt at lækka uttanlandsskuldina, og fáa skipað afturgjaldingin til lægri rentu og føstum avdrøgum.
- Vit skulu niðurgjalda skuldina, og samstundis minka um blokkstuðulin soleiðis, at Føroyar fáa størri politiskt sjálvræði, grundað á eitt størri búskaparligt sjálvbjargni, sigur Óli Breckmann.