Eingi er so gudilig sum føroyingar

Føroyar eru eitt rættiligt undantak í øllum norðurlondum

Ongastaðni í norðurlondum eru fólk so gudelig, sum í Føroyum. Tað vísir ein kanning, sum tey trý Heini í Skorini, Herit Albinus og Hans Andrias Sølvará, sum øll arbeiða á Fróðskaparsetrinum, hava gjørt. Har hava tey samanborið støðuna í Føroyum við hini norðurlondini og tað vísir seg, at støðan er rættiliga nógv øðrvísi her enn hon er í Íslandi, Danmark, Svøríki, Noregi og Finlandi.

 

Spurningarnir í kanningini eru um, hvønn týdning átrúnaður hevur í lívinum hjá menniskjum, og hvussu nógv siga seg trúgva upp á ein Gud ella eitt lív eftir deyðan.

 

Kanningin vísir, at hjá 29,6 prosent av føroyingum, hevur átrúnaður sera stóran týdning og hjá 33 prosentum av føroyingum hevur átrúnaðaður nokk so stóran týdning. Sostatt er nógv størri partur av føroyingum trúgvandi enn tey eru í nøkrum øðrum norðurlandi.

 

Sí talvuna niðan fyri

 

##med2##

 

Og eyðvitað er tað kristindómurin, sum er at kalla tann einasti átrúnaðaurin, tí yvir 70 prosent av føroyingum trúgva upp á Guð og tað eru bara eini 16 – 17 prosent, sum ikki gera tað.

 

Í Svøríki eru tað nógv fleiri, sum ikki trúgva upp á Guð, enn tað eru fólk, sum eru kristin, og eisini í Noregi eru tað fleiri, sum ikki eru kristin enn tað eru fólk, sum eru kristin.

 

Sí talvuna niðanfyri.

 

##med3##