Leingi ætlaða umskiftið innan strandfaraskipini, sum skuldi senda Rituna norður í Norðoyggjar í rutu, meðan Ternan skuldi røkja Nólsoyarsiglingina, gerst nú veruleiki.
Og tó.
Tí meðan Strandferðslan hevur boðað frá, at Ternan væntandi verður klár at seta í sigling síðst í mars, ger formaðurin í havnanevndini í Tórshavnar kommunu, Jákup Símum Simonsen, greitt, at eingin atløgulega verður klár í Nólsoy fyrr enn í fyrsta lagi um árskiftið komandi.
- Tað tekur sjálvandi sína tíð at byggja út havnir. Samstundis hevur verið slík óvissa í sambandi við játtanina til umvælingarnar av Ternuni og Rituni, og vit kunnu ikki seta nakað so stórt í verk, sum eina ferjulegu, uttan at vit hava vissu fyri, at álvari er aftan fyri ætlanina, sigur Jákup Símun Simonsen.
Tað er einki at taka seg aftur í, at játtanin til umvælingina hevur verið ein tungur burður. Fleiri ferðir er málið útsett, men móti endanum av árinum í fjør varð játtanin tó avgreidd, og Strandferðslan fekk boðið arbeiðini út.
Gjørt er av, at Ternan fyrst skuldu umvælast, og hon stendur í løtuni á bedingini hjá skipasmiðjuni MEST í Havn og verður umvæld.
Vit hava fyrr í blaðnum greitt frá, hvat skal gerast við Ternuna, og Bogi Mortensen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins hevur sagt, at umvælingin væntandi verður liðug síðst í mars, og tá verður so klárt frá teirra síðu at seta skipið inn á Nólsoyarleiðini.
Ordiliga loysn
Samskifti hevur verið millum Strandferðsluna og Tórshavnar kommunu, tí tað er havnanevndin hjá kommununi, ið hevur ábyrgdina av atløguviðurskiftunum í Nólsoy.
Kommunan hevur eisini arbeitt við málinum, og kanningar eru gjørdar, hvar frægast er at leggja eina slíka ferjulegu.
- Fundur verður í havnanevndini mánadagin, har málið aftur verður fyri. Vit hava fingið nøkur uppskot um, hvar ferjulegan kann liggja, men endalig støða er ikki tikin til hetta enn, sigur Jákup Símun Simonsen.
Hann sigur, at ikki fyrr enn endalig støða er tikin til, hvar ferjulegan skal liggja, ber til at fara undir projekteringina.
- Og tá hon er liðug, skal arbeiðið so bjóðast út. Byggifyritøkurnar skulu síðani sjálvandi hava tíð at seta seg inn í arbeiðið, áðrenn tær lata tilboð síni inn, og harnæst skulu vit so taka støðu til tilboðini, sigur Jákup Símun Simonsen.
Alt hetta tekur tíð, og so er tað sjálvt arbeiðið, sum skal gerast, og sjálvandi eisini tekur sína tíð.
- Tað merkir so, at vit ikki kunnu rokna við, at nøkur ferjulega stendur liðug úti í Nólsoy fyrr enn í fyrsta lagi um ársskiftið, sigur Jákup Símun Simonsen.
Hann hevur einki boð upp á, hvussu og hvar Ternan í fall skal leggja at úti í Nólsoy um so er, at Strandferðslan velur at seta hana í sigling síðst í mars.
- Tað, sum hevur týdning fyri meg er, at nólsoyingar fáa eina ordiliga loysn og ikki nakra lappaloysn, sigur Jákup Símun Simonsen, formaður í havnanevndini í Tórshavnar kommunu.