Eingin grund til panikk, Anfinn Kallsberg

Eftir at hava stuðlað Fólkaflokkinum í nógv ár bæði í skrift og í talu - havi millum annað verið valevni flokksins tvær ferðir - hevur undirritaða nú í nøkur ár frá síðulinjuni roynt at fylgt við gongdini í Føroyum.

 

Vida Højgaard

á Rætt í Kollafirði, tann 1. mars 2001




Eftir at hava stuðlað Fólkaflokkinum í nógv ár bæði í skrift og í talu - havi millum annað verið valevni flokksins tvær ferðir - hevur undirritaða nú í nøkur ár frá síðulinjuni roynt at fylgt við gongdini í Føroyum. Blaðkjak og onnur orrustutiltøk havi eg latið onnur um - helst hevur ikki orka verið til tess. Ætli mær ikki og fari heldur ikki nú út á miðvøllin at leika í ella at kjakast við mínar landsmenn. Men henda seinasta gongdin í fullveldismálinum er ein so stór provokatión móti okkum, sum trúu uppá fullveldi, at nú má takast til vápnini.

Løgtingsvalið 30 apríl 1998 stendur og fer altíð at standa sum ein skínandi viti í Føroya søgu. Tilvitan okkara sum tjóð, kanska so sterk og mergjað sum ongantíð fyrr, hevjaði okkum hetta várið eina løtu langt upp um gerandisdagin, og ongantíð hevur nøkur samgonga verið heilsað so hjartaliga vælkomin sum henda í tí føroysku fólkasálini. Tað var næstan ikki til at trúgva. Kenslan av, at vit endiliga vóru farin til gongu, var so ítøkilig, so spildurnýggj og so øðrvísi enn alt annað, vit higartil vóru von við, at hon valla rúmtist í okkum.

Við kenslum skiftandi millum bjartskygni, ótta og vón hava vit síðan fylgt leikinum. Samgongan, við løgmanni á odda, hevur staðið seg manniliga ímóti útmøðingartaktikki Nyrups og noktað at fallið til kníggja fyri hansara ?so fáa tit bara fýra ára skiftistíð?- ræðumynd. So mikið meira ótrúliga harmiligt er tað, um tann veruligi fíggindin, tá ið av tornar, er at finna innanfyri okkara egnu múrar - um vit yvirhøvur hava nakrar slíkar í løtuni.

Henda ólukku fólkaatkvøðu - veljarakanning, sum knappliga stakk seg upp og loypti split í fullveldisdansin, átti at verið tikið til eftirtektar sum ein parentes og síðaní manað í jørðina aftur ongantíð ov skjótt. Vit hava fleiri ferðir fingið prógv fyri, at slíkar forkanningar ikki altíð eru eftirfarandi. Í staðin gjørdist hetta skrímslið ein slík marra fyri løgmann, at hann legði kongin. Eingin fólkaatkvøða um nakað sum helst, hvørki í mei ella septembur í ár, og also heldur ikki í 2012. Lukket og slukket.

Og her standa vit so. Er nú liðugt? Var hetta alt? Ein glantrileikur, ein hvørvisjón, sum í besta føri hevur tænt sum undirhald í donskum fjølmiðlum? Jamen er tað ikki Fólkaflokkurin, sum so íðuliga hevur noktað at givið frá sær definitiónsrættin uppá bæði hetta og hatta, ella er tað nakað annað, tá tað er Nyrup, ið tekur sær einarætt til henda?

Eg veit heilt erligt ikki, um eg kann lasta Anfinn fyri hansara støðutakan. Eg havi Gud havi lov ongantíð skula tikið so tungtvigandi avgerðir undir so stórari abyrgd og komi tíbetur ongantíð út fyri tí heldur. Men trýr løgmaður - og eftir øllum at døma ein fittur partur av Føroya fólki - veruliga, at straffin frá donsku yvirvøldini hevði rámað okkum, um ein meiriluti av føroyingum á eini fólkaatkvøðu í ár hevði tikið undir við at halda fram á sjálvstýrisleið (í besta samsvari við heimastýrislógina), fyri síðan at taka støðu til fullveldi ella framhaldandi ríkisfelagsskap í ár 2012? Come on. Skuldi tað óteinkiliga kortini hent, høvdu avleiðingarnar verið ringast fyri Poul Nyrup og donsku stjórnina, sum í stundini í alheimstilvitan hevði verið skrottað innanfyri alt, sum ber brá av demokrati.

Í skrivandi stund er løgmaður á veg heimaftur úr Bretlandi til eitt kaos, hann sjálvur hevur valt. Kaos valdar í samgonguni, kaos valdar í Føroyum, og øll fullveldistilgongdin er um at fara fyri bakka. Vit eru komin til eitt vegamót, og um leiðin fram skal gerast ein sigur fyri tað føroyska fólkið ella okkara Waterloo sum sjálvstøðug tjóð, er í løtuni fyrst og fremst upp til løgmann. Í fyrsta umfari at bjarga hesi samgonguni, og síðan óttaleysur at taka talvið uppaftur og leika tað liðugt á ein virðiligan hátt.

Tað inniber at lata føroyska fólkið tala. Ikki til løgtingsvalið næsta ár, men nú. Í ár. Við eini fólkaatkvøðu tann 26 mei, sum ætlað, ella í seinasta lagi tann 14 septembur. Annars frykti eg stórliga fyri eini hópflýggjan afturat sum henni, vit upplivdu undir kreppuni. Hesaferð av fólkafloksveljarum yvir í Tjóðveldisflokkin.