Arnold Schwarzenegger kemur ikki til Keypmannahavn í eini roynd at fáa OL í 2016 til California. Og tað hevur ongan tíð verið ætlanin, skrivar BT í dag. Tað hevur annars ljóðað leingi, at Schwarzenegger skuldi verða høvuðsmaðurin í royndunum at fáa OL til Chicago, men hetta verður nú avstannað. Ístaðin er Terminator oddamaðurin í royndini at fáa HM-kappingina í fótbólti til USA í 2018 ella 2022.