Eingin heiðursløn til Olaf Johannesen

Leygarkvøldið varð við­ur­kenda heiðurslønir Der Faust handað í Berlin. Talan er um eina heiðursløn, ið svarar til Reumert heið­urs­lønina í Danmark, og verður hvørt ár handað fyri besta sjón­leik­araavrik.

Millum tey tilnevndu at vinna heiðurslønina var før­oyski sjónleikarin Ol­af Johannesen, ið var til­nevnd­ur fyri sín leiklut sum Peer í leikinum Peer Gynt.
Olaf Johannesen var sam­an við tveimum øðrum til­nevnd­ur at vinna hesa heið­urs­lønina.
Tá samanumkom, var tað sjón­leik­ar­innan, Con­stanze Becker, ið vann heið­urs­løn­ina fyri sín leiklut sum Medea í leikinum "Medea".
Hóast Olaf Johannesen ikki vann Der Faust, er tal­an framvegis um eitt gott sjón­leik­ar­a­avrik, tí hann er fyrsti per­sónur, sum ikki er týsk­ari, ið er tilnevndur við­ur­kendu heiðurslønina.