Eftir tvey umfør í FM í talvi hevur eingin fingið fult.
Í 2. umfari megnaði Ólavur Simonsen við svørtum remis ímóti Helga Dam Ziska. Helgi hevði vunnið við svørtum ímóti Herlufi Hansen.
Veteranurin Torkil Nielsen er millum teir fremstu. Í dag vann hann við hvítum á Hans K. Simonsen. Torkil megnaði í gjár við svørtum remis ímóti Martini Poulsen. Martin var aftur sunnudagin partur av remis. Hesa ferð var tað ímóti Carl Eli N. Samuelsen, sum higartil hevur staðið seg væl.
Leygardagin taptu bæði Olaf Berg og Herluf Hansen. Í gjár telvaðu teir remis.
Rani Nolsøe er ikki enn komin á stigatalvuna. Sunnudagin tapti hann við hvítum ímóti Finnbirni Vang.
Helgi Dam Ziska, sum var hægst styrkismetti telvarin í kappingini, hevði forfall leygardagin, og tí varð dysturin hjá honum móti Herlufi Hansen útsettur.
1. umfar
Martin Poulsen 2303 – Torkil Nilesen 2058 0,5-0,5
Carl Eli Nolsøe Samuelsen 2231 – Olaf Berg 2183 1-0
Herluf Hansen – IM Helgi Dam Ziska
Ólavur Simonsen 2092 – Rani Nolsøe 2036 1-0
Finnbjørn Vang 2081 – Hans Kristian Simonsen 2178 0-1
2. umfar
Torkil Nielsen 2058 – Hans K. Simonsen 2178 1-0
Rani Nolsøe 2036 – Finnbjørn Vang 2081 0-1
IM Helgi Dam Ziska 2400 – Ólavur Simonsen 2092 0,5-0,5
Olaf Berg 2183 – Herluf Hansen 2023 0,5-0,5
Martin Poulsen 2303 – Carl Eli N. Samuelsen 2231 0,5-0,5
Støðan eftir tvey umfør
IM Helgi Dam Ziska, Carl Eli Nolsøe Samuelsen, Torkil Nielsen, Ólavur Simonsen 1,5 stig
Martin Poulsen, Hans Kristian Simonsen, Finnbjørn Vang 1,0 stig
Olaf Berg, Herluf Hansen 0,5 stig
Rani Nolsøe 0 stig
Mánadagin
Kl. 10
Torkil Nielsen – Rani Nollsøe
Helgi Dam Ziska – Hans K. Simonsen
Olaf Berg – Finnbjørn Vang
Martin Poulsen - Ólavur Simonsen
Carl Eli N. Samuelsen – Herluf Hansen
Kl. 14
Herluf Hansen – Torkil Nielsen
Ólavur Simonsen - Carl Eli N. Samuelsen
Finnbjørn Vang - Martin Poulsen
Hans K. Simonsen - Olaf Berg
Rani Nolsøe – Helgi Dam Ziska