Vit, ið búgva í Nólsoy, eru ikki so nalvaskoðandi! Faktist hugsa vit í Nólsoy nógv meira um heildina. Vit eru púra sannførd um, at tað er Strandferðslan, ið hevur tørv á nýggjum skipi - soleiðis, at nýtt skip er á nólsoyarleiðini og harvið er nøktandi eykaskip leyst á leiðina til Sandoy (og Skúvoy), Hest, Kalsoy, Nólsoy, og Suðuroy.
Tíanverri tykist tað sum at hetta ynski okkara verður mett út frá eini yvirdimensión av farleiðini til Nólsoyar, samstundis sum mett verður út frá einum ónøgdsemi við skipið, ið røkir farleiðina nú. Ternan er stór og góð. Men Ternan er ikki okkara. Vit vita okkum ikki trygg, hvat skip siglir til Nólsoyar - ti um so er at onkur kuril er á SSL-leiðini, so skal Ternan vera tøk.
Um tað nú var soleiðis, at politikkarar høvdu sína gerandis-farleið sjóvegis til Havnar, so var teimum greitt, at tað ið umræður, er at fáa fasta og trygga farleið til og frá arbeiði. Hetta vita tey uml. 40 fólkini, ið hvønn dag ferðast til Havnar til arbeiðis. Nógv eru eisini foreldur at smáum børnum í Nólsoy, og hava tí uppiborið tryggleikan, at tey sleppa heimaftur eftir loknan arbeiðsdag.
Til teirra, ið hava vegasamband til arbeiðis, verður hesin fyrispurningur settur: Vóru tit knýtt at SAM ella Ternuni, áðrenn undirsjóvartunnlar vóru boraðir? Um so er, minnast tit so bíðirøð og ringar túrar tvørtur um firðirnar? Minnast tit kanska eisini onkra avlýsing? Eitt er vist: Tykkara skip varð ikki tikið til aðra farleið! Har er munurin!
Til tykkum, ið nú hava ferjusamband:
- Vilja tit í Kalsoynni missa mjólkarpengar ella stuðla ferjuætlan og tryggja eykaskip?
- Vilja tit í Sandoynni tryggja tykkum møguleikan at sett verður eykaskip inn, tá ið tørvur er, ella vilja tit órógva aðrar oyggjar?
- Vilja tit í Hesti sleppa upp í part, tá ið fartur manglar tvørtur um fjørðin, ella vilja tit bara sleppa upp í part, tá ið tað ber til?
- Vilja tit í Skúgvi missa fartin til Skopunar, samstundis sum siglandi er av Sandi, ella vilja tit eisini sleppa av Gomlu Rætt?
Her er bert eitt at gera: Skjót ferju-verkætlanina í gongd, soleiðis at Strandfaraskip landsins hevur eykaskip at seta inn. Tó at Ternan er gomul, so hevur hon við hesum dagføringum fyri nakrar milliónir krónur møguleika at traðkað til á nógvum leiðum - eisini til Suðuroyar!
Ikki er neyðugt at lova og lova. Einasta tørvur er, er at politikkarar seta ferjuna í langtíðarætlan - har talan er um 18 mánaðir! Hetta er langtíðarætlan, tí vit hava longu bíða í mong ár! Samstundis er hetta langtíðarætlan, tí so nógvar aðrar oyggjar bíða eftir einum eykaskipi, ið tryggjar teimum støðuga farleið.
Ein millión er brúkt til skitsuprojekt. Hvussu leingi skal hetta liggja áðrenn gongd kemur á? Hvussu leingi hevur hetta nakað virðið? Setið 20 milliónir av í 2012 og aðrar 20 milliónir í 2013, so røkir nýggj ferja farleiðina á ovastevnu 2013!
Góðu valevni til løgtingsvalið 2011! Tykkum verður ynskt gott val og hervið verður lovað tykkum øllum, at arbeiðsbólkurin vitjar upp í saman, við grundgevingum og fyrispurningum um at verkætlanin verður byrja0. Persónliga skal eg vitja tykkum við jøvnum millumbili og minna tykkum á jaliga hugburðin tit og flokkar tykkara hava sýnt okkum hesi farnu sjey árini.
Fyri at hjálpa tykkum at síggja fyrimunir í hesi verkætlan, verður her víst á at til ber at leggja grundarlag undir mongum inntøkum, harvið verður sjálvsagt eisini talan um skattakrónur beint í landskassan. Harafturat verður vitan innan føroyskt skipasmíð ment og møguleikarnir at bjóða seg fram uttanlands verður betraðir. Trivnaðurin á smærri oyggjum verður betraður og samferðslan verður dagførd. Einasta fortreytin er: Nýggj ferja til Nólsoyar!
Bestu ynski um gott val og gott samstarv!