VÍF-StÍF 22-28 (10-17)
Tað eydnaðist ikki hjá VÍF at toga seg nærri oddinum, tá teir í dag fingu vitjan av StÍF.
Gestirnir løgdu fyri sum eitt ódnarveður, og áðrenn VÍF tók sítt time-out, hevði StÍF skotið seg upp á 12-3.
Tað var ein munur, sum VÍF ongan tíð vann aftur, og tí gjørdist dysturin als ikki so spennandi, sum hann vanliga er millum hesi bæði liðini.
Fyri VÍF skoraði Agnar Joensen 7 mál. Sveinur Justinussen skoraði 7 mál fyri StÍF.