Hjá fleiri ólavsøkugestum er ólavsøkukabarettin ein fastur táttur á ólavsøku. Tað er nevniliga løtan, tá tað ber til at seta seg niður eina løtu og flenna eftir stuttligum hendingum í farna ári.
Men til gleði fyri politikarar og aðrar framstandandi persónar, ið hava gjørt eitthvørt býtt seinastu mánaðirnir, verður tað av ongum í ár, tí eingin ólavsøkukabarett verður á skránni í ár.
Tað nevniliga eingin, ið hevur átikið sær uppgávuna at framføra og leikstjórna kabarettina, og í staðin fáa ólavsøkugestir møguleikan at hyggja eftir barnaleikinum Pettson og Findus.
Seinast eingin ólavsøkukabarett var á skránni var í 2012.