- Hvørt ár fara vit á ólavsøku, tí tað er so inngrógvið í okkum, sigur Marnar, sum er uppvaksin í Havn.
- Eg kundi ikki droymt um at forsømt eina ólavsøku. Onkuntíð hevur konan spurt, um vit ikki skulu fara at ferðast, og um tað hevur follið á ólavsøkuna, so havi eg sagt bums nei, sigur Árni.
Úrslitið av tí hevur so verið, at konurnar hjá teimum báðum hava onkuntíð verið og ferðast, meðan teir hátíðarhalda ólavsøkuna heima.
Á ólavsøkuni er tað serliga kappróðurin, ið fyllir nógv hjá Árna og Marnari.
- Eg havi róð ella verið stýrimaður í 25 ár, so kappróðurin fyllir sera nógv. Ein ólavsøka uttan kappróður er slettis ikki til, sigur Árni.
- Ja, tað er sum ein skallutur maður í frisørstólinum. Eg havi varpað út frá barnaróðrinum í nøkur ár, so kappróðurin er sera týdningarmikil fyri meg, sigur Marnar.
Árnar og Marnar uppsummera ólavsøkuna við trimum orðum.
- Kappróður, fótbóltur og Frelsunnar Herurin, siga tvíburarnir við ein munn.