Um 20 ár verður eingin kavi í Skandinavia. Í Alpunum hevur tað ikki verið so lítt í 1300 ár.
Halda verandi veðurlagsbroytingar fram, verður eingin kavi í Noregi og Svøríki um 20 ár. Tað sigur svenski veðurmaðurin Pär Holmgren. Hann vísir á, at tey seinastu árini er kavin í fjøllunum minkaður nógv, samstundis sum kavamarkið fer longri og longri norðureftir.
-Hetta er tað besta prógvið fyri, at vit skulu venja okkum við eitt lýggjari veðurlag, sigur svenski veðurmaðurin við blaðið Expressen. Hann leggur afturat, at norðmenn og sviar kunnu kanska vænta sær kaldar vetrar tey næstu 10 - 20 árini, men at teir verða færri, enn teir hava verið.
-Kavin verður ikki liggjandi uttan so, at tað er kalt, men uttan kava fáa vit ikki rættiligan kulda, sigur Pär Holmgren. Hann er so vísur í síni søk, at hann væntar ikki, at sviar kunnu hátíðarhalda 100 ára dagin hjá teirri kendu Vasa-skíðkappingini, sum annars eigur at vera í 2022.
Eisini í Alpunum
Tað er ikki bara á okkara leiðum, at tað er óvanliga lýtt. Soleiðis er eisini í Alpunum.
-Hetta er tað lýggjasta tíðarskeiðið í Alpunum tey seinastu 1300 árini, sigur eysturríkski veðurlagsgranskarin Reinhard Bøhm. Hann stendur á odda fyri einari ES-kanning, sum gjørdi ymsar mátingar í tíðarskeiðinum frá mars í 2003 til august í ár. Málið var at kanna, hvussu veðurlagið hevur verið í Alpunum tey seinastu túsund árini.
Sambært eysturríkska granskaranum byrjaði tað lýggja veðrið í Alpunum í áttatiárunum. Hann sigur, at tað vóru eisini tíðarskeið við lýðku í 10. og 12. øld, men tá var kortini ikki so lýtt sum nú.
Sjálvur ivast Reinhard Bøhm ikki í, at tað er menniskjan, sum hevur ávirkað veðurlagið. Hetta byrjaði í fimmtiárunum, sigur hann, og síðani áttatiárini hava vakstrarhúsgass so sum karbondioxin og metan hitað atmosferuna. Hann ivast ikki í, at tað verður uppaftur lýggjari í framtíðini.
Tað lýggja veðrið kemur teimum nógvu frítíðarplássunum í Alpunum illa við. Nógvastaðni er eingin kavi komin niður, og kend frítíðarpláss sum St. Anton og Arlberg hava verið noydd at ta vanligu skránna. Harafturat er tað so lýtt, at tað ber heldur ikki til at brúka eftirgjørdan kava.
Um stutta tíð verður ein stór skíðkapping í Tyrol, og fyrireikararnir noyddust niðan á hægsta fjallið í Eysturríki, Grossglockner, eftir 7.000 tonsum av kava, so kappingin kann haldast.