Hondbóltur
Stjørnan og VÍF hjá kvinnum og Neistin hjá monnum. Tað eru tey trý liðini, sum saman við mansliðnum hjá Kyndli standa fyri undirhaldinum, tá finaludagurin í hondbólti verður á skránni í februar mánaði.
Menninir hjá Neistanum høvdu í sínum lagi vunnið við 12 málum á H71 í fyrru uppgerðini, og tí var tað so sum so við intensitetinum í seinnu hálvfinaluni. Her var Neistin eisini á odda stóran part av dystinum, men tað eydnaðist H71 at toga ein tepran sigur til høldar. Men tað í sjálvum sær broytti ikki upp á samlaða roknistykkið.
Tað gjørdist tað heldur ikk hjá Kyndilskvinnum, sum vunnu sína seinnu hálvifnalu móti VÍF við 25-22. Her hevði VÍF vunnið stórt í fyrru uppgerðini, og tí kundu tær taka tapið hampuliga róligt.
Og endaliga staðfesti Stjørnan sítt finalupláss, tá tær vunnu tepurt á Tjaldri í seinnu hálvfinaluni teirra millum. Stjørnan vann stórsigur í Runavík undan jólum, og tí var talan at kalla um avgreiðsluspurning, hóast talan samstundis var um dyst millum tey bæði fremstu kvinnuliðini í landinum.
Fakta um hálvfinalurnar
Kvinnur
Kyndil-VÍF 25-22 (11-12)
(VÍF víðari við samanlagt 53-46)
Stjørnan-Tjaldur 30-29
(Stjørnan víðari við samanlagt 61-49)
Menn
Kyndil-VÍF 26-27 (13-10)
(Kyndil víðari við samanlagt 52-49)
H71-Neistin 33-31 (15-16)
(Neistin víðari við samanlagt 71-61)