– Tað er ein demokratiskur trupulleiki, at vit bara hava eitt kyn umboðað í landsins leiðslu.
Soleiðis sigur Demokratia í dag, nú aftaná tað í gjár bleiv greitt, at eingin kvinna verður í landsstýrinum restina av hesum valskeiðnum.
Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at Árni Skaale og Sólvit Nolsøe verða nýggir landsstýrismenn í ávikavist fiskivinnumálum og almannamálum. Teir avlýsa ávikavist Jacob Vestergaard og einasta kvinnuliga landsstýrisfólkið - Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Sjálvt um Fólkaflokkurin fór út um tingmanningina at leita eftir nýggjum landsstýrisfólkum, fall valið ikki á eina kvinnu. Sostatt hava vit nú fyri fyrstu ferð í 18 ár eitt slipsalandsstýri - eitt landsstýrið, sum bara er mannað við monnum.
Demokratia heldur ikki, at hetta er í lagi.
– Tað eru nógvar góðar grundir til at hava eitt breitt umboð av føroyingum í løgtingi og landsstýri. Ein av teimum er, at hesi eiga at umboða fólkið, ið her býr, og útvið helvtin av teimum, ið búgva her, eru kvinnur. Verandi støða gongur beinleiðis ímóti demokratisku virðunum. Við sjey landsstýrissessum er pláss fyri kvinnuligari umboðan. Alt annað er uttanumtos, sigur Demokratia.
LES EISINI: Nú er slipsalandsstýrið fullmannað
Meðan Demokratia átalar, harmast tey úr Javnstøðunevndini eisini.
– Sum javnstøðunevnd harmast vit sjálvandi, at eingin kvinna er í landsstýrinum. Stýrisskipanarlógin er omanfyri javnstøðulógina, sum heimilar at velja eftir øðrum kriterium. Men fyri tað haldi eg enn, at vit eiga at átala, at landssstýrið ikki so vítt møguligit er javnt umboðað av báðum kynum, sigur Mai Laksáfoss Simonsen, forkvinna í Javnstøðunevndini.
At eingin kvinna er í landsstýrinum hevur eisini fingið politikarar at reagera. Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi er vónbrotin.
– Trúði ikki, at vit anno 2022 fóru at uppliva eitt landsstýri við 100% monnum. Men henda stjórnin heldur fram at yvirraska. Ultrakonservativi vongurin í konservativa Fólkaflokkinum hevur skilliga vunnið stríðið, nú farið er útum tingbólkin, ikki eftir einum, men heili tveimum landsstýrisfólkum. Við tí eina endamáli - at revsa og taka tingsessin frá kvinnuni, sum stuðlaði einum máli um javnrættindi, skrivar Bjørt Samuelsen á Facebook.