Eingin nýggj inntøkutrygd uttan treytir

Bæði Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini eru samd um, at inntøkutrygd fiskimanna skal liggja hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, men hetta kann ikki gerast uttan ávísar treytir og broytt vinnugrundarlag. Spurningurin er, um landsstýrið megnar at liva upp til hesar treytir – og um ikki, hvør verður so lagnan hjá inntøkutrygd fiskimanna, sum ikki er við í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2011

INNTØKUTRYGD

Føroya Reiðarafelag hevur sagt allar sáttmálar við manningarfeløgini upp. Sáttmálin við Føroya Fiskimannafelag gongur út hin 1. desember, og sáttmálarnir við ávikavist Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið ganga út hin 1. januar 2011.
Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, sigur, at í verandi sáttmálum millum partarnar stendur, at verða broytingar gjørdar í inntøkutrygd fiskimanna, fellir sáttmálin burtur.
- Nú politisku myndugleikarnir ætla, at inntøkutrygdin skal liggja úti hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, sum eru Reiðarafelagið og manningarfeløgini, halda vit tað vera greiðast og best at siga allar sáttmálarnar upp, sigur hann.

Ikki treytaleyst
Reiðarafelagið og manningarfeløgini hava annars sagt seg taka undir við, at vinnan sjálv átekur sær inntøkutrygdina, men feløgini taka ikki treytaleyst undir við hesum.
Ein treyt er, at landið kemur við 10 miljónum krónum um árið í einum 5-ára tíðarskeiði – ella við 50 miljónum krónum tilsamans. Líkt er kortini ikki til, at landsstýrið vil lata meiri pening til inntøkutrygd, tí eingin peningur til hesa trygd er settur av í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2011.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, segði herfyri við útvarpið hjá Kringvarpinum, at uppskotið hjá vinnuni um at lata 10 miljónir krónur um árið í fimm ár til trygdargrunn fiskivinnunar, sum grunnurin ætlandi verður róptur, neyvan fer at vinna frama í landsstýrinum.
Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, vísir á, at tað er umráðandi fyri eina nýggja skipan um inntøkutrygd, sum fer at liggja hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, at grundarlagið í útgangsstøðinum verður í lagi.
- Saman við reiðarafelagunum eru manningarfeløgini samd um, at nakrar treytir mugu uppfyllast. Hetta hava feløgini eisini boðað landsstýrinum frá í einum tilmæli, sum feløgini lótu av hondum fyri fáum vikum síðan.
Hann vísir á, at vinnufeløgini havt lagt upp til, at fyritreytirnar eitt nú eru hesar 10 miljónir krónurnar yvir fimm ár, og at tað almenna vil veðhalda fyri útgjaldsskylduni hjá nýggja grunninum.

Frítt at landa
- Ein onnur treyt er, at skipini sleppa at avreiða, har tey vilja – og ikki sum nú, har skip bert kunnu avreiða ein fjórðing av veiðini uttanlands. Aftrat hesum vil vinnan eisini tryggja sær, at skip, sum royna undir Føroyum, eisini sleppa at virka fiskin umborð, um tey ynskja tað, sigur Eyðstein Djurhuus.
Men hetta eru ikki einastu treytirnar hjá vinnufeløgunum fyri at taka undir við, at inntøkutrygdin kemur at liggja hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum – og ikki í landskassanum, har hon hevur ligið síðan í endanum av sekstiárunum.
Feløgini halda eisini, at stovnsfæið hjá Trygdargrunni fiskivinnunar eigur at verða 150 miljónir krónur og vísa í hesum sambandi á tríggjar grunnar, sum eiga 81 miljónir krónur tilsamans.
Hesir grunnar eru Trygdargrunnurin fyri avreiðingar og lønir, sum eigur 35 miljónir, Frítíðargrunnurin, sum eigur 17 og Forskotsgrunnur fiskivinnunar, sum eigur 29 miljónir krónur.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur áður sagt, at tað neyvan ber til at fara eftir Frítíðargrunninum, tí hesin er longu markaður til annað endamál. Neyðugt er eisini, at samráðingar vera um Trygdargrunnin, sum er undir fíggjarmálaráðnum. Í triðja lagi hevur Forskotsgrunnur fiskivinnunar givið Havstovuni tilsøgn um 10 miljónir krónur til nýtt havrannsóknarskip, men løgtingið hevur enn ikki staðfest hesa gávu við lóg enn.
Eyðstein Djurhuus vísir á, at eitt annað, sum vinnufeløgini eisini hava sett sum treyt er, at fleiri gjøld ikki verða áløgd fiskiskipavinnuni, men í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár er tilfeingisgjald við í inntøkugrundarlagnum hjá landsstýrinum.
- Líkt er tí til, at tær treytir, sum vinnufeløgini hava sett fyri at vilja yvirtaka skipanina við inntøkutrygd, ikki fara at halda – og gera tær ikki tað, hava vit eina nýggja støðu, leggur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag aftrat.

1% av virðinum
Uppleggið hjá vinnufeløgunum er annars, at 1% skal fara av óbýttum landingarvirði, sum verður parturin hjá reiðarum og manningum til nýggja grunnin, sum skal syrgja fyri, at fiskimenn hava eina inntøkutrygd.
Eyðstein Djurhuus vísir á, at eitt vanligt ár liggur avgreiðingarvirðið hjá fiskiflotanum um 2 miljardir krónur, og eitt prosent av hesum gevum 20 miljónir krónur, sum undir vanligum umstøðum er nóg mikið til at dekka tørvin á minstuløn.
- Verður hetta skipanin, verða tað soleiðis tey skip, sum fiska væl, ið koma at gjalda ein størri part inn í grunnin, meðan tey skip, sum fiska minni væl, gjalda minni. Hetta fer soleiðis at virka sum ein útjavningarskipan, sigur hann.

Steðga misbrúki
Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag vísir á, at vinnan á fundi eisini hevur viðgjørt spurningin um møguligt misbrúk av inntøkutrygdini, og í eini nýggjari skipan kemur vinnan sjálv at syrgja fyri, at møguligt misbrúk verður steðgað.
- Tað er eingin loyna, at ein stórur partur av inntøkutrygdini er til útróðrarskipanina, og her vísir tað seg, at parturin broytist lítið – antin tað gongur væl ella minni væl at fiska. Øll vinnufeløgini eru samd um, at eftirlitið í eini nýggjari skipan skal skerpast, og hesa áskoðan hevur Meginfelag Útróðrarmanna eisini, sigur Eyðstein Djurhuus.
Sosialurin kann leggja aftrat, at eingin peningur er settur av til inntøkutrygd í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2011, men uppskot um at avtaka inntøkutrygdina kom annars í tingið saman við fíggjarlógaruppskotinum.

Nýtt lógaruppskot
Inntøkutrygd fiskimanna kom í 1947.
Tey fyrstu árini fíggjaði vinnan sjálv hesa skipan, men í 1969 endaði hon í landskassanum.
Nú skal inntøkutrygdin so úr aftur landskassanum.
Eyðstein Djurhuus veit at siga, at eitt lógaruppskot um eina nýggja skipan kemur úr Fiskimálaráðnum um nakrar vikur.
- Kjarnin í tí uppskotinum er, at inntøkutrygdin skal vera uttan fyri landskassan, og partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum eru Reiðarafelagið og manningarfeløgini, skulu umsita hesa skipan, leggur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag aftrat.
Ein grunnur verður stovnaður við stovnsfæi.
Enn eru ikki allar súður syftar um nýggju skipanina við inntøkutrygd, og spennandi verður at fylgja við, hvussu leikur fer.