Hóast talið á barnagørðum í Føroyum er trífaldað síðstu 20 árini og 1323 børn runt um í Føroyum eru so heppin at ganga í vøggustovu og barnagarði, hevur tørvurin á stovnsplássum ongantíð verið so stórur sum nú. Heldur ikki í áttatiárunum, tá ið rættiliga ferð var á búskapinum og fólkatalið í Føroyum var nøkur túsund hægri enn í dag. Bara í Havn standa 369 børn á bíðilista, og í øðrum býum og bygdum eru eisini langir bíðilistar.
Á løgtingsfíggjarlógini í ár fara 56,5 mill. krónur til barnagarðsøkið, har av fara tær 35 mill. til dagstovnarnar í Havn. Landsstýrið fær á hvørjum ári umsóknir frá bý- og bygdaráðum, og í løtuni bíða 15-20 umsóknir eftir svari um antin uppnormeringar av starvsfólki og barnatali, ella til at seta nýggjan stovn á stovn. - Í verandi fíggjarári hava vit ikki møguleika at játta nakrari umsókn afturat. Játtanin til dagstovnaøkið er 2,5 mill. krónur hægri í ár í mun til í fjør, sigur Helena Dam á Neystabø.
Uppnormering
Hóast støðan nógva staðni, serliga í Havn, er rættiliga vónleys, stendur hóast alt ikki so illa til, tá ið tað ræður um at nøkta tørvin, um vit samanbera við onnur lond.
- Tað hevur alla tíðina verið ein fitt uppnormering. Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu stórur tørvurin er á stovnsplássum runt um landið. Í Havn er 70% av tørvinum nøktaður og tað er ikki so vánaligt samanborið við, hvussu tað er aðra staðni. Vit síggja í kommunum, ið hava økt vinnuligt virksemi, at tørvurin á stovnsplássum beinanvegin ger seg galdandi, sigur Helena Dam á Neystabø.
Góðkennir landsstýrið eina umsókn um bygging av barnagarði, útloysir tað samstundis eina rokning til landskassan. Landsstýrið bindur tað seg nevniliga sambært grein í barnaforsorgarlógini til at veita 35% av rakstrarútreiðslunum og 60% av kostnaðinum av at byggja stovnin. Hinvegin vísir landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum ikki aftur, at tað ber til at seta á stovn barnagarð uttan um landsstýrið. Tað treytar so, at kommunan ber allan kostnaðin bæði av rakstri og íløgum.
- Góðkenna Arbeiðseftirlit, Brunaumsjón, Barnavernd og onnur stovnin og fylgir kommunan eini vegleiðing um, hvussu innihaldið og innari og ytri viðurskifti eiga at vera á stovninum, dugi eg ikki at síggja, at nakað skuldi forðað kommunum, ið hava ráð, at fara undir eina slíka verkætlan.
Serlig støða
Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum hevur spurt seg fyri hjá Tórshavnar býráð um tað ber til, at eini 4-5 pláss kunnu vera tøk til foreldur, ið eru í akuttari neyð. Her verður hugsað um fólk, ið í styttri tíðarskeið kom til Føroya í arbeiðsørindum, eitt nú á Landssjúkrahúsið. Tórshavnar kommunu hevur givið avslag uppá henda fyrispurning.
Í viðtali í blaðnum leygardagin segði landsstýriskvinnan, at Almanna- og heilsumálastýrið fer at kanna, um tað ber til at seta ein barnagarð á stovn á Landssjúkrahúsinum innan verandi fíggjarkarmar.
- Nær og um hetta fer at lata seg gera, dugi eg ikki at siga nakað um enn. Landssjúkrahúsið er eitt serligt arbeiðspláss sum veitir tænastu døgnið runt og tí eru tey starvsfólkini í eini serligari støðu. Nógv starvsfólk arbeiða á Landssjúkrahúsinum eitt stutt skifti, nógv koma í útbúgvingarørindum og fara síðani av stað aftur. Tey koma úr útlandinum og hava tí ikki somu fortreytir og møguleikar sum onnur at skriva síni børn upp til stovnarnar, sigur Helena Dam á Neystabø.