Átta av tíggju norðmonnum eru ímóti, at Noreg skal biðja um limaskap í Evropasamveldinum.
Ein nýggj meiningakanning, sum norska kringvarpið hevur gjørt, vísir, at bara 14 prosent av teimum spurdu halda, at Noreg eigur at fara upp í ES. Harafturímóti siga 78 prosent nei, og 7,5 prosent siga seg ikki hava tikið støðu til spurningin.
Sambært NRK hevur undirtøkan fyri norskum limaskapi í ES ongantíð verið so lítil sum nú, og tað kemst ivaleyst lutvíst av teimum búskaparligu trupulleikunum, sum summi lond í samveldinum hava at stríðast við, sigur NRK.