Eingin rættur at taka lív

?Vit kunnu ikki rættvísgera deyðadóm, tí tað er ikki okkara rættur at taka lív frá einum, sigur Annika Sølvará, forkvinna í Amnesty International Føroya deild

DEYÐADÒMUR

George Ryan gjørdi í sínum tólvta tíma sum guvernørur í Amerikanska statinum Illinois av at broyta 167 deyðadómar til lívslangt fongsul.
Hetta er í sjálvum sær ein slóðbrótandi avgerð. Síðani 1976 hava myndugleikarnir í Illinois avrættað tólv fólk. Kanningar hava seinni víst, at ein partur av avrættaðu persónunum hava verið ósekir.
Somuleiðis er avgerðin hjá George Ryan, sum í vikuni fór frá sum guvernørur, slóðbrótandi tá hugsað verður um, at George Ryan umboðar Republikanarnar, og har hevur verið hildið rættiliga fast um at varðveita deyðadómin.
Ein av teimum, sum fegnast um avgerðina hjá George Ryan, er Annika Sølvará. Hon er forkvinna fyri Amnesty International Føroya deild.
?Grundsjónarmiðið hjá Amnesty í spurninginum viðvíkjandi deyðadómi er, at ein og hvør hevur rætt til lív, og man kann ikki taka lív fyri at taka lív, sigur Annika Sølvará.
Vit hava hitt hana til prát um deyðadóm og serliga støðuna í USA.
Amnesty Føroya deild er partur av alheimsfelagsskapinum Amnesty International, sum hevur sum eitt av sínum aðalmálum at berjast ímóti, at deyðarevsing verður framd kring um í heiminum.
?Deyðarevsing er torturur, og tú kanst ikki rættvísgera morð av hesum slag, sigur Annika Sølvará.
Tað hevur eisini víst fleiri ferðir, at komið verður fram til, at deyðadømd eru prógvað at vera ósek, eftir at revsingin er givin.

Mest í Suðurstatum
Annika greiðir okkum frá, at hagtøl og kanningar hjá Amnesty vísa, at tað eru Suðurstatirnir í USA, sum mest gera sær dælt av deyðarevsing.
?Kanningar hava eisini víst, at tað fyri tað nógva eru svørt og fólk í trongum sosialum korum, ið fáa deyðarevsing. Eisini hevur verið víst á, at rasisma er uppí, sigur Annika Sølvará.
Av statunum er Texas í serflokki. Staturin, har George Bush, forseti, var guvernørur, framdi týsdagin sína fyrstu deyðarevsing í árinum. Hetta er nummar 290 í røðini síðani 1976, og seks aðrar deyðarevsingar eru settar á skránna í januar.
Fyri at fáa deyðarevsing skal ein dømast fyri morð av ringasta slag. Hetta kemur meira enn so fyri, og dómararnir eru konsekventir og døma deyðarevsing.
Støðan hjá Amnesty er tann, at sjálvt um onkur hevur tikið lív við morði, so gevur hetta ikki rættin hjá nøkrum øðrum at taka lívið hjá viðkomandi.
Eftir amerikonsku skipanini kann guvernørurin í stati náða deyðadømd. Ein guvernørur hevur møguleikan at gera straffin um til fongsulsrevsing, eins og guvernørurin hevur møguleikan fult og heilt at lata ein fongslaðan leysan.
Hesum møguleikanum gjørdi Georgy Ryan sær so dælt av, og fluttu fangar av teirri sokallaðu ?Death Row?. Samstundis valdi hann at lata tríggjar fangar heilt leysar.
?Tað virkar sum ein andsøgn, at USA skal vera ein garantur fyri mannarættindum úti í heimi, men heima hjá sær sjálvum forbróta tey seg móti mannarættindunum, sigur Annika Sølvará.
Hon vísir á, at ST tosar um rættin til lív sum ein mannarætt.
Annika sigur seg vóna, at onnur lond vilja leggja trýst á USA um skifta kós.
?ES hevur fleiri ferðir átalað USA fyri teirra støðu mótvegis mannarættindum, sigur Annika.
Argumentið fyri deyðarevsing í USA hevur serliga verið, at hesin straffurin útførir rættvísi og kann virka fyribyrgjandi móti komandi brótsverkum.
Annika Sølvará heldur tó ikki, at tað hevur eydnast at minka um kriminalitetin og morðini við deyðarevsingini.

Skapa kjak
Arbeiðið hjá Amnesty í Føroyum og alla aðrastaðni gongur framímóti m.a. at fáa avskaffa deyðarevsing.
Reglugerðin í Amnesty forðar limum at arbeiða við málum í egnum landi. Orsøkin er tann, at hetta oftast verður uppfata sum at limir røkja politiskt áhugamál.
Arbeiðshátturin hjá Amnesty hevur fyri tað nógva verið og er at senda brøv til statsleiðarar og myndugleikar.
Amnesty International Føroya deild hevur um 600 limir, og felagið luttekur eisini í altjóða arbeiði.
?Tað hevur fleiri ferðir víst seg at rigga. Gera vit øll bara eitt lítið sindur, so kunnu vit røkka langt. Vit rokna ikki við, at deyðarevsing verður avskaffað í morgin, men vit kunnu gera mun, sigur Annika Sølvará.
Eisini í Føroyum vónar Annika, at eitt kjak kann stáplast upp á beinini.
Í USA er nógv kjak um evni. Sterkar røddir eru frammi fyri at varðveita deyðarevsing, og málið spældi ein stóran leiklut í forsetavalstríðnum seinast.
Sjálv metir Annika, at rákið gongur ímóti deyðarevsing í USA.
Hvussu er og ikki, so standa nógv fólk á listanum til eina innspræning komandi mánaðirnar.