- Eingin rík einkja í Afrika fer at skriva til tín

Fyrr í dag ávaraðu bæði Posta og Elektron sínar brúkarar um, at ein telduormur ger um seg í løtuni, har endamálið sum vant er at fáa pening frá fólki.


Jógvan Joensen, trygdarleiðari í Elektron, er ikki heilt sikkur í, hvat júst hesin telduormurin ger, men sigur, at talan er um ein sera ágangandi telduorm.


- Tað er í heilum, at ymisk álop eru, men her er talan um ein sera ágangandi orm. Okkara samstarvsfelagar hava tó ikki upplýst júst hvat hann ger, annað enn, at hann ger nógv um seg í løtuni. Men tað vit vita um hesar ormar, er at teir verða bara meira ágangandi og framkomnir.


Fólkini handan teluduormin hava eydnast at lumpa fólk við at senda teldupostar, ið tykjast at vera frá PostDanmark ella øðrum almennum stovnum. Tá fólk so trýsta á leinkjur í teldupostinum, so taka tey ein orm niður í telduna.


- Hesi nýggju útgávurnar eru meiri framkomnar enn tær eldru, og tann menningin heldur fram. Fyrr ella seinni, so stúri eg fyri, at tað verður so, at ormarnir ikki gera um seg fyrr enn ein ávísan dato. Tað kann vera jólaaftan ella 1. mai. Um vit so siga, at umleið 1000 føroyingar hava tikið ormin niður á teirra teldu, so verður tað eitt satt ragnarok, tá allir vakna samstundis. Tað verður ikki ein stuttligur dagur.


Ráðini frá trygdarleiðaranum er, at fólk mugu hugsa seg um.


- Fólk mugu brúka vanligt vit og skil, tí bakmenninir vóna at fólk eru forvitin. Trygdarforrit virka ikki, um fólk ikki hugsa seg um. Fólk seta heldur ikki eitt lás á dyrnar, bara fyri at lata upp tá ein tjóvur bankar á.


- Eingin vinnur heldur í Lotto, um viðkomandi ikki hevur keypt ein seðil, og eingin rík einkja í Afrika fer at skriva til tín, og bjóða tær eina millión, um tú bara fyrst flytur 40.000 krónur. Heldur ikki vænti eg, at EIK, Taks ella aðrir stovnar skriva til føroyingar á donskum.


- Hvør fær ein pakka í postinum, ið viðkomandi ikki hevur biðið um? Tað er tað sama við hesum. Um man ikki kennir avsendaran ella væntar okkurt serligt, lat so vera við at lata fílin upp. Tað týdningarmiklasta er at hugsa seg um, sigur Jógvan Joensen.