Eingin sáttmáli skrivaður

Hans Fróði Hansen sigur seg ikki hava skrivað undir sáttmála við íslendska Fram, og í løtuni tykist málið átøkt einum hurlivasa, har torført er at finna sannleikan í heildini, og har serliga B68 man kenna seg eitt sindur í villareið

Fótbóltur

Sum vit skrivaðu í blaðnum í gjár, so var talan um álvarsligt brot á bæði føroyskar og altjóða sáttmálareglur, um Hans Fróði Hansen hevði skrivað sáttmála við Fram.
Felagið boðaði sjálvt á heimasíðuni frá, at teir hava gjørt trý-ára sáttmálar við Hans Fróða Hansen og Fróða Benjaminsen, men sambært B68-formanninum, Niclas Davidsen, hevði B68 so ikki leysgivið leikaran, og tó at samband hevði verið millum B68 og Fram, so var eingin semja enn funnin í hesum.

Sigur seg einki skilja
Vit royndu bæði mánadagin og týsmorgunin at fáa fatur á Hans Fróða Hansen, at vita, hvørjar viðmerkingar hann hevði til málið, men tað eydnaðist okkum ikki. Men blekkið í blaðnum mundi neyvan vera stadnað, áðrenn Hans Fróði sjálvur setti seg í samband við Sosialinum
- Eg kann bara siga, at hetta kenni eg einki til. Sjálvur havi eg so ikki skrivað nakran sáttmála við Fram, og eg visti ikki av nøkrum, fyrr enn eg á døgurða týsdagin frætti, at eg hevði gjørt trý-ára sáttmála við felagið.
- Søgan er í stuttum tann, at eg í eina tið havi gingið við ætlanum um at flyta til Íslands. Tað hevur B68 eisini verið kunnað um, og hetta hevur ikki havt nakað við Fram at gera. Tann áhugin er komin seinni, og eg havi verið vitandi um, at Fram hevur samráðst við B68 um at keypa meg leysan, men meira enn tað veit eg ikki, sigur leikarin sjálvur, og avvísir soleiðis staðiliga, at hann skal hava skrivað undir sáttmála, soleiðis sum felagið annars boðar frá.

Torgreiddur sannleiki
Spurningurin tykist soleiðis í løtuni vera, hvar í øllum hurlivasanum sannleikin aftan fyri alt hetta liggur.
At síggja til, so átti talan at verið um álítandi tíðindi á heimasíðuni, sum er almenna síðan hjá felagnum. Íslendsku bløðini hava somuleiðis umrøtt tíðindini, og enn er so eingin í Fram, sum hevur havt nakran hug at avsannað tíðindini.
Tá Fram soleiðis meldar út, at teir hava gjørt sáttmálarnar, so vilja tey flestu kanska eisini halda, at nakað er um tosið. Hinvegin tykjast ikki øll tíðindini frá felagnum at vera eins álítandi. Sum Sosialurin hevur skilt tað, so skal talan í øllum førum ikki vera um trý-ára sáttmála, sum Fróði Benjaminsen hevur skrivað undir, men ein sáttmála fyri átta mánaðir. Og at undirskriftin á niðastu linjuna heldur ikki er sett enn.

Nógvir spurningar
Í øllum førum bendir nógv á, at Hans Fróði Hansen hevur fingið tilboð um sáttmála fyri nakað av tíð síðani, og tað vil í øllum førum siga, áðrenn Fram og B68 eru vorðin samd um nakað gjald fyri leikaran. Eitt gjald, sum tey enn ikki eru samd um.
Í Sosialinum tann 12. november skrvaðu vit ? við tilvísing til íslendsku bløðini - at bæði hann og Fróði Benjaminsen høvdu fingið tilboð um sáttmála, men ta ferðina vildi Hans Fróði tó ikki gera nakra viðmerking til hetta yvirhøvur. Skrivað varð eisini ta ferðina, at teir báðir leikararnir høvdu verið í Íslandi fyri at kunna seg um umstøðurnar. Nakað sum íslendska morgunblaðið eisini hevði lagt til merkis, og teir skrivaðu tann 13. november, at Fram í nakrar vikur hevði verið í samráðingum við teir báðar leikararnar.
So í løtuni er eitt sindur ilt at staðfesta, akkurát hvat er hent í hvørjum sambandi, men tað tykist í øllum førum víst, at toftamenn vilja hava nøkrum spurningum svaraðum.
Er tað so, at Fram uttanum B68 hevur sett seg í samband við leikara, so hava teir í øllum førum brotið tær reglur fyri leikaraskifti, sum FIFA hevur staðfest, og í so máta kann B68 eisini krevja endurgjald fyri hetta.
Hevur talan eisini verið um beinleiðis samráðingar ? og ikki minst undirskriving av sáttmála ? so hevur leikarin eisini sjálvur forbrotið seg móti reglunum, soleiðis sum vit greiddu frá í blaðnum í gjár.
Triði møguleikin er so sjálvandi eisini, at Fram við hesum roynir at leggja trýst á B68 við at skapa split millum felagið og leikaran. Ein taktikkur, sum eisini hevur verið nýttur í aðrastaðni runt í Europa. Hvørt hetta so er nakað, sum hevur stórvegis árin á stillføra B68-formannin er so eitt annað mál. Í øllum munnu tey flestu við kunnleika til felagsarbeiðið í føroyskum fótbólti ásanna, at Niclas Davidsen kann vera beistaktiga treiskur, tá á stendur, og at tú ikki skalt lata teg villeiða av spakliga lyndi hansara annars.