Tað eydnaðist ikki fíggjar- og búskaparmálaráðharrunum í ES-londunum at semjast um at skipa eitt felags bankaeftirlit, tá teir hildu fund um málið í Bruxelles í gjár.
Í fyrstu syftu er ætlanin, at tað nýggja bankaeftirlitið skal umfata evrulondini, og at Evropeiski Miðbankin skal umsita tað.
Men Týskland, Frakland og Bretland eru ímóti hugskotinum. Týski fíggjarmálaráðharrin, Wolfgang Schäuble, segði í gjárkvøldið, at tað er veruleikafjart at tosa um, at ein stovnur kann fylgja við, hvat 6.000 bankar fáast við.
Olli Rehn, sum er kommiserur í búskaparviðurskiftum, segði aftan á fundarslitið í gjárkvøldið, at tað er umráðandi at fáa eina semju innan árslok. Hann upplýsti samstundis, at ráðharrarnir hava avtalað at gera eina roynd afturat í næstu viku.