Teir eru rørandi samdir um, at politiskur friður má valda, meðan loysingin fer fram. Best var helst, um eingin so mikið sum segði sína erligu meining um politikk í hesum tíðarskeiði.
Hetta var at skilja sum niðurstøðan av sendingini, sum Útvarp Føroya hevði fríggjadagin í seinastu viku. Útvarpið hevði sett fokus á hesa úttalu frá floksformonnunum á teim trimum størstu flokkunum.
Donsku slaktaríðini
Tað rennur einum til hugs, søgan um tá donsku slaktaríðini høvdu funnið út av, at grísarnir skuldu doyvast, áðrenn teir fóru í ?prosessina?. Sagt varð, at teir høvdu eitt slag av stress, tá ið teir blivu slaktaðir, og tí vóru ikki so góðir at fáast við, sum ynskiligt var. Eisini fingu teir eitt ella annað í nakkan, sum strammaði. Kjøtið bleiv ikki so gott av tí sama heldur, varð sagt.
Fyrimunirnir við at doyva grísarnar vóru fleiri. Teir vóru minni stressaðir, góðskan bleiv betri varð hildið, og størsti fyrimunurin var, at ?prosessin? fór nógv stillisligari fram. Balladan við grísunum, sammett við áðrenn, var fyri einki at rokna.
Føroyingar doyvast
Landsstýrið og loysingarpolitikarar tordu ikki at kennast við sítt egna verk og sleptu samráðingarúrslitinum eftir trimum árum. Hesir somu leggja nú á annan bógv, fyri at fáa loysingina gjøgnumførda. Teir eru samdir um, at føroyingar eiga at sissast ella doyvast, so at loysingarprosessin gerst lættari og minni stressandi.
Seinasti húsagangur
Stutt frammanundan at Føroyar fóru á húsagang, bað Sjónvarp Føroya, í eini nýggjárssending, formenninar fyri Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin um at gera eina meting um, hvussu komandi árið fór at roynast.
Teir fyrstu tríggir vóru samdir um, at komandi árið fór at vera munandi betur. Mín egna meting var døpur. Tað fór at enda gali hjá Føroyum.
Óneyðugt er at siga hvat hendi. Føroyar fóru einki minni enn á húsagang aftaná, við teimum óbøtandi menniskjaligu avleiðingum, sum tað hevði við sær.
Søgan endurtekur seg
Fer søgan at endurtaka seg, nú teir tríggir floksformenninir eru samdir um, at alt skal fara stillisliga fram, og at eingin balada skal vera um loysingina?
Sjálvur nokti eg at trúgva, at føroyingar longu hava gloymt tað, sum fór fram áðrenn Føroyar fóru á húsagang, og tað sum fram er farið hesa síðstu tíð av ørskapi undur hesum landsstýrinum.
Eg nokti eisini at trúgva, at føroyingar hesuferð lata seg doyva av sissandi orðum frá floksformonnum úr teim somu loysingarflokkunum.
Eitt er heilt vist: Vit í Sambandsflokkinum fara ikki at lata okkum doyva ella sissa, fyri at loysingin skal fara fram so stillisliga, at eingin varnast fólksins egna fall.