Næstformaðurin í kirkjuráðnum í Klaksvík hevur onga tagnarskyldu. Og tí kann hann heldur ikki bróta nakra slíka, sigur Hans Jacob Joensen, biskupur, í viðmerking til tað, Niels Pauli Danielsen, prestur, segði við Dimmalætting leygardagin.
Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur í Norðoya Vestara Prestagjaldi, sigur við Dimmalætting leygardagin, at næstformaðurin í kirkjuráðnum hevur brotið tagnarskylduna, hann sum kirkjuráðslimur hevur. Hetta grundar prestur á, at kona kirkjuráðslimin í Fimmaranum í Útvarpi Føroya hevur úttalað seg um, hvussu nógv fólk ganga í kirkju í Klaksvík.
Men tað ber ikki til, at kirkjuráðslimurin hevur brotið tagnarskylduna, sigur Hans Jacob Joensen, biskupur, í viðmerking. Tí har er eingin tagnarskylda. Tað kann ein og hvør fara í kirkju sunnudag og seta seg at telja, hvussu nógv fólk eru inni. So einfalt er tað.
Almenn bók
Hjá tí, sum ikki kennir viðurskiftini innan kirkjuna, kann tað tykjast, sum næstformaðurin í kirkjuráðnum í Christianskirkjuni letur leka út, hvat skrivað verður í sjálva kirkjubókina.
Men so er ikki, sigur biskupur. Upplýsingarnir, sum prestur her talar um, kunnu bara vera úr eini protokol, sum liggur í kirkjuni, og sum er púra almenn.
Tað var soleiðis, sigur Hans Jacob Joensen, biskupur, at undanmaður hansara, Eivind Vilhelm, varabiskupur, bað prestarnar skriva upp, hvussu nógv fólk gekk í kirkju, hvussu nógv var til altars, hvør gjørdi tænastu og tílíkt. Hetta var ikki nakað krav, men bara ein áheitan frá varabispi, ið tá var. Tí var tað heldur ikki nøkur skylda hjá prestunum at gera tað, og í summum kirkjum verður skrivað upp, meðan tað aðrastaðni ikki verður gjørt.
Hendan bókin liggur so í kirkjuni og er almenn fyri ein og hvønn at lesa, sigur biskupur. Og tað er ikki so frægt sum neyðugt at vera limur í fólkakirkjuni fyri at fáa atgongd til tað, í bókini stendur.
Tí er tað skeivt fatað, um prestur heldur, at hendan bókin áleggur kirkjuráðslimum tagnarskyldu, sigur biskupur.
Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur í Norðoya Vestara Prestagjaldi, hevur ikki hug at gera viðmerkingar til tað, sum hann segði við Dimmalætting leygardagin. Einasta hann vil siga er, at nú er málið lagt fyri kirkjuráðið, og so fer hann at bíða eftir, hvat haðani kemur, sigur hann.
Einki útistandandi
Hans Jacob Joensen, biskupur, sigur seg ikki hava nakað útistandandi við nakran prest. Hvørki í Klaksvík ella aðrastaðni, hóast Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur sigur, at biskupur nýtir eitthvørt høvi til at sleppa av við summar føroyskar prestar.
Tað einasta, sum verið hevur, sigur Hans Jacob Joensen, er, at nakrir prestar klagaðu hann til Kirkjumálaráðið. Teir fingu ikki viðhald, og so metir hann málið at vera avgreitt.
Millum annað verður onkuntíð sagt, at hann skal liggja í stríði við fyrrverandi fuglafjarðarprestin. Men tað er ikki rætt, sigur biskupur. Teir vóru ósamdir um ávís ting, men eisini tað er avgreitt við avgerð úr Kirkjumálaráðnum, og so er eisini tann sakin liðug, sigur biskupur.
Hinvegin metir hann, at málið um donsku biskuparnar, sum ætlanin var skuldu prædika í Føroyum á hvítusunnu, er heldur klossut avgreitt.
Var tað so, at allir partar vildu, kundi málið verið avgreitt í allari stillheit, uttan at nakað sum helst kjak stóðst av. Men biskupur sigur, at hann hevur ilt við at ímynda sær annað, enn at ætlanin hjá ávísum pørtum alla tíðina var at fáa ósemju burturúr.
Og at leggja seg undir at vilja syndra føroysku kirkjuna heldur Hans Jacob Joensen, biskupur, vera heilt burturvið at viðmerkja yvirhøvur.
Hann harmast annars um, sigur hann, at hetta málið um hesar donsku biskuparnar er endað soleiðis, at fólk fáa fatan av, at tað valdar klandur og stríð innan kirkjugátt. Tí tað ger tað ikki, sigur biskupur.