Eingin tekur Heðin Mortensen - og tað skal hátíðarhaldast

Nú verður borgararstjórin í Havn fagnaður á tveimum stórum tiltøkum, sum bæði eru almenn

Soleiðis kenna tey flestu Heðin Mortensen - í Tórshavnar býráði

Tey eru bara tey eldu havnarfólkini, sum minnast so langt aftur, at tey minnast eina tíð, tá ið Heðin Mortensen ikki var býráðslimur í Havn. Nú hevur hann nevniliga sitið í býráðnum í Havn í samfull 50 ár. og tað verður hátíðarhildið á tveimum stórum tiltøkum fyrst í næsta ári.

 

Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri í Havn, sigur, at hetta er nakað formansskapurin í býráðnum hevur gjørt av. Hann segði, at tað var 8. desembur í 1972, at Heðin Mortensen varð valdur í Tórshavnar Býráð á fyrsta sinni.

 

Og síðani er hann afturvaldur á hvørjum einasta býráðsvali, og nú situr hann sína fjórðu setu sum borgarstjóri. Hann var borgarstjóri øll 12 árini frá 2004 til 2016 og eftir býráðsvalið í 2020 varð hann aftur borgarstjóri í høvuðsstaðnum.

 

Tað merkir, at nú hevur hann sitið í Tórshavnar býráð út í eitt í samfull 50 ár, tó hevur hann verið í farloyvi eitt stutt skifti frá 2018 til 2019, tá ið hann var landsstýrismaður. Sostatt verður Heðin Mortensen ikki tikin, tí nú er hann tann býráðslimurin í Havn, sum hevur sitið longst í býráðnum.

 

Annars varð hann eisini sitið á Løgtingi í fleiri umførum.

 

Annfinn Brekkstein sigur, at í hesum sambandi verður Heðin Mortensen heiðraður við eini almennari móttøku í ítróttarhøllini á Hálsi fríggjadagin 3. februar. Og leygardagin 25. februar, skipar Tórshavnar Musikkskúli fyri fagnaðarkonsert fyri Heðini Mortensen í Hátúni og eisini tann konsertin er almenn.

 

Alt hetta kunngjørdi Annfinn Brekkstein á býráðsfundi í gjár. Heðin Mortensen segði, at hann varð tikin á bóli, tí hesum hevði hann ikki varhugan av, men hann takkaði fyri, at tey vildu vísa honum slíkan heiður.  

 

Soleiðis kenna tey flestu Heðin Mortensen - í Tórshavnar býráði