Á norðoyastevnu fóru tey trý 10-mannaførini um málið borð um borð og næstan stavn um stavn.
Tí varð roknað við, at tað aftur í dag fór at verða heilt spennandi, tá ið 10-mannaførini kappaðust í Hvalvík.
Í Klaksvík vann Ormurin Langi, og Suðringur var næstfremstur. Tá var munurin millum tveir teir fremstu bátarnar eitt stórt hálvt sekund.
Í dag vann Ormurin Langi aftur. Hann stakk seg beinanvegin framum kappingarneytarnar, og hann helt støðugt tørn um oddasessin. Suðringur bjóðaði av onkra løtuna í kappingini um oddasessin, men tað kendist sum um, at Ormurin Langi alla tíðina hevði tak á støðuni.
Í endaspurtinum bjóðaði Suðringur av álvara av, men tað eydnaðist ikki at hótta Ormin Langa, sum á málinum var eitt stórt sekund undan avbjóðaranum.
Havnarbáturin átti ongantíð tann leiklutin, sum hann hevði á norðoyastevnu. Hann misti heilt skjótt tað mesta av einari bátslongd, og á málinum var hann tað mesta av tveimum bátslongdum aftanfyri Havnarbátin.
1 Ormurin Langi 4.54.05
2 Suðringur 4.55.08
3 Havnarbáturin 5.00.24