Eingin ætlan og manglandi ráðgeving

Landsfelagið fyri fólk við autismu arbeiðir fyri betri kunning og ráðgeving til foreldur og onnur, sum eru um børn við austismu og aspergers. Størsta ynski hjá felagnum er at fáa eina heildarætlan fyri øki, sum kann tryggja bæði rættindi og ráðgeving

Fólkaskúlin

 

Eingin veit, hvussu føroyski fólkaskúlin er fyri børn við brekinum asperger, tí onki yvirlit er yvir støðuna. Hetta sigur Lea Wolles, formaður í Landsfelagnum fyri fólk við autismu. Felagið, sum hevur á leið hundrað limir, hjálpir foreldrum og arbeiðir fyri felags áhugamálum og almennari kunning. Felagið hevur eisini egna heimasíðu, www.autisma.fo.

Felagið hevur saknað eina landsdekkandi ætlan líknandi tí donsku »National Autisme Plan.« Hetta er ein uppskrift frá vøggu til grøv við millum øðrum einum greiðum yvirliti yvir, hvussu børn við autismu og asperger skulu hjálpast, tá tey eru í skúlaaldri.

- Í Føroyum er eingin savnað vitan um autismu og eingin samskipað rágeving. Og úrslitið er, at vit í staðin hava lappaloysnir av ymsum slag, sigur Lea Wolles.

Landsfelagið hevur fleiri ferðir brúkt danska serfrøðingin í kliniskari barnaneuropsykologi, Lennart Pedersen frá Center for Autisme, og hesin hevur eisini bjóðað seg at hjálpa til við at seta á stovn eina føroyska ráðgeving, men myndugleikarnir hava ikki víst hesum áhuga.

Arbeiðið við at seta diagnosur liggur í nøkulunda fastari legu, men aftaná diagnosuna hongur alt meira í leysari luft. Lea Wolles greiðir frá, at felagið roynir at leggja oyra til søgurnar og suffini hjá foreldrunum. Og tey heita á øll foreldur um at søkja sær sálarfrøðiliga hjálp, tí tá diagnosan er staðfest, koma tey aloftast í kreppu og mugu fáa hjálp.

 

Greiðari skipan

- Runavíkar kommuna hevur tríggjar serstovur til børn við ávíkavist autismu, samskiftistrupulleikum og fjølbreki. Okkara varhugi er, at hesar stovur virka væl, og at børnini trívast og mennast, sigur Lea Wolles.

Hesar stovur eru fyri børn, sum hava fingið staðfest álvarsligar diagnosur, meðan børn við asperger, sum ganga í vanligum skúlum, áðrenn diagnosan er ásett, hava tað sera trupult í skúlanum, tí tey skilja ikki hini, og hini skilja ikki tey. Oftast er tað so, at lærararnir síggja barnið sum ein “baladumakara”, og tá so lærarin reagerar uppá sjálva “baladuna”, so verður støðan løst føst. Men hóast Landsfelagið veit um foreldur, sum ikki eru nøgd við fólkaskúlan, so kann Lea Wolles ikki siga nakað yvirskipað, tí samlaða vitanin er ikki til.

Tey hava tó varhuga av, at børn, sum fáa hjálp í barnagarði, ikki altíð fáa hjálp í skúlunum. Harumframt verður diagnosan asperger, sum oftast ikki staðfest fyrr enn barnið er eldri, og tá hevur tað ofta longu havt eina langa og lítið gevandi skúlagongd.

- Tað besta hevði verið, at samanhangur var millum barnagarð og skúla, og at vitanin um barnið flutti við yvir í skúlan. Fyri at barnið við autismu ella asperger skal trívast og mennast í barnagarði ella skúla, er alneyðugt hjá námsfrøðingum og lærarum at hava fylgjandi ting í huganum: at støði verður tikið í tí einstaka barninum, at ein einstaklingaætlan verður gjørd, og at eftirmetingar verða gjørdar javnan. Og at barnagarðar ella skúlar hava fastar mannagongdir og seta ein samskipara, sigur Lea Wolles at enda.

 

Myndatekstur

- Í Føroyum er eingin savnað vitan um autismu og eingin samskipað rágeving. Og úrslitið er, at vit í staðin hava lappaloysnir av ymsum slag, sigur Lea Wolles, formaður í Landsfelagnum fyri fólk við autismu