Tað vísa tøl hjá Heilsumálaráðnum á corona.fo
Seinastu 14 dagarnar eru 66 fólk staðfest smittað. Tað svarar til 124 fólk fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.
Men millum teirra er eingin útlendingur, vísir uppgerðin hjá Heilsumálaráðnum.
Flest smittað eru í Suðurstreymoy, har 31 eru smittað seinastu 14 dagarar.
Síðani kemur Norðstreymoy við 17, Vágar við 10, Eysturoy við 7 og Norðoyggjar við 1. Í Suðuroy er eingin smittaður, og eingin útlendingur er smittaður seinastu 14 dagarnar.
##med2##