- Tað sigur seg sjálvt, at eg eri eitt sindur vónbrotin.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum harmast um, at eingin króna er sett av í fíggjarkarmunum hjá samgonguni hesi næstu árini til at gera ein veruligan integrasjónspolitikk.
Tá ið Løgtingið um mánaðarskiftið februar-mars, hevði aðalorðaskifti um ein føroyskan integrasjónspolitikk, var einki mark fyri vælvildini.
Politikarar úr øllum flokkum, bæði í samgongu og í andstøðu, kappaðust um at rósa ætlanini og nógvir hildu, at hon skuldi setast í verk longu næsta ár, heldur enn í 2015 ella 2016.
Druknaði í vælvild
Men fyribils sær út til, at alt er druknað í berari vælvild, tí nú fíggjarkarmarnir vórðu lagdir fyri Løgtingið, hevur samgongan ikki sett eina krónu av til endamálið.
- Tað skerst ikki burtur, at tað er ikki samsvar ímillum karmarnar og tað, politikarar søgdu, at teir vildu fremja, ásannar hann.
Og Kári P. Højgaard, dylir ikki fyri, at tað er hann eitt sindur vónbrotin av.
Hann er sannførdur um, at øll øki á fíggjarlógini eru skorin so langt inn á bein, at skal nakað setast av til ein integrasjónspolitikk, verður neyðugt við serstakari játtan til endamálið.
Vónar tað besta
Tilsamans kosta tey tiltøk, sum mælt verður til at seta í verk, einar 7,2 milliónir krónur, umframt tað leysa, sum kemur afturat til undirvísingartilfar, tulk og annað.
Men tað verður Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum verður tann, ið skal bera nógv tað tyngstu byrðina, tí tiltøkini, hann skal seta í verk við undirvísing til børn og vaksin, kosta yvir seks milliónir, ella bróðurpartin av tí, alt kostar tilsamans.
Nú setir hann sítt álit á, at samgongan tekur betri partar fyri seg, tá ið fíggjarlógin verður løgd fram í heyst.
- Tá vóni eg, at politiskur vilji er til at seta tilmælini í integrasjónsálitinum í verk, sigur Kári P. Højgaard.
- Hetta má síggjast aftur á fíggjarlógini í heyst, serliga tá ið eg hugsi um, at tá ið aðalorðaskiftið var, hoyrdi eg ikki eina einastu negativa rødd, leggur hann afturat.
Eitt hjartamál
Kári P. Højgaard sigur, at hjá sær er tað eitt hjartamál at fáa tilmælini framd í verki, eisini tí, at hann metir, at tað hevur alstóran týdning í sambandi við royndirnar at venda gongdini í fólkatalinum.
- Heildarætlanin, sum hevur til endamáls at skapa fólkavøkstur, nevnir eisini, hvussu stóran týdning tað hevur at gera tað lættari hjá útlendingum at flyta til Føroya.
Men nú hevur samgongan sett sær sum mál at avlop skal vera á fíggjarlógini í 2016. Hvussu fært tú alt hetta at passa inn í fíggjarkarmarnar?
- Tað veldst sjálvandi um, hvussu vit raðfesta tey ymsu málini, sigur Kári P. Højgaard.
Kortini leggur hann dent á, at er talan um íløgur og tiltøk, sum kunnu menna samfelagið, má samgongan vera til reiðar at sleppa kravinum um at hava avlop á fíggjarlógini í 2016.
- Tað kann ikki vera eitt endamál í sær sjálvum, at fíggjarlógin skal javnviga í 2016. Tað týdningarmiklasta er, at vit fjølgast, so at vit eisini í framtíðini vera nóg nógv í tali til at lyfta tær samfelagsligu ábyrgdirnar, vit hava.
- Fleiri fólk vit eru, fleiri inntøkur verða skaptar og lættari verður at lyfta byrðarnar.
Men nú hevur maðurin á pengakassanum, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjrmálum, hildið nokk so fast um, at í 2016 SKAL avlop vera á fíggjarlógini?
- Jørgen Niclasen er bundin at eini politiskari skipan, akkurát, sum vit onnur. Loysnirnar verða funnar í felag og eisini hann verður noyddur at laga seg til tær semjur, sum verða gjørdar, akkurát sum øll onnur.
Kári P. Højgaard vísir á, at sjálvur løgmaður og formaðurin í fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, hava boðað frá, hvussu stóran týdning tað hevur at raðfesta hesi økini.
- So tað mugu vit taka fyri fult, sigur landsstýrismaðurin í innlendismálum.
LES EISINI GREININA: Føgur orð og ongir pengar
LES EISINI GREININA: Vitstu ikki hvørjum beini tey skuldu standa á