Norska uttanríkisráðið boðar nú frá, at tað er ikki longur sannlíkt, at nakar av teimum fimm norðmonnunum, sum eru saknaðir aftan á gíslatøkuna í Algeria, verður funnin aftur á lívi.
-Vit hava skilt á algersku myndugleikunum, at teir leita framvegis á gassverkinum, men at talan er ikki longur um at leita eftir fólki, sum eru á lívi, sigur talskvinnan hjá uttanríkisráðnum, Veslemøy Lothe Salvesen, við tíðindastovuna NTB.
Norska løgreglan hevur serfrøðingar í Algeria, sum millum annað skulu hjálpa teimum lokalu myndugleikunum at eyðmerkja tey deyðu.