Túrurin hjá Ternuni av Lorvík til Klaksvíkar klokkan 18.05 mikudagin, bleiv eitt sindur óvanligur.
Men skiparin vísur aftur, at nakar sum helst vandi var á ferð.
Ikki tí, hetta líktust einum púra vanligum túri - líka til Ternan skuldi leggja at í Klaksvík.
Ein av ferðafólkunum greiðir frá, at Ternan sigldi inn eftir vánni, sum vant.
Men brádliga snaraði hon hart í bakborð og stevndi við hampiligari ferð við beinari kós ímóti Kósabrúnni.
Inni í salongini kom róp í hjá ferðafólkinum. Nógv lupu á føtur og fóru upp at reika, og at kimast útígjøgnum vindeyguni, tí ongin visti, hvat var áfatt.
Heimildarmaður okkara okkara umborð hendan túrin sigur, at so tók Ternan spakiliga at venda, men hon var ikki meiri enn nakrar heilt fáa metrar frá Kósabrúnni, táið hon at enda vendi frá aftur.
Hann sigur, at lá eitt skip við Kósabrúnna, hevði verið áfast, ongin ivi um tað.
Hann sigur, at tað var ikki sørt, at summi av ferðafólkunum blivu hálvbangin.
Men tey kundu tó ikki lata vera at bresta út úr at flenna til síðst, tí beint sum hetta hendi, kom útvarpið og har vóru høvuðstíðindini um einki minni enn, rúsdrekkanýtslu - umborð á skipið...
Fult tamarhald á støðuni
Men tað var nú ikki tað, sum feilti umborð á Ternuni hendan túrin.
Skiparin vísur aftur at nakar sum helst vandi var á ferð, tí teir høvdu fult tamarhald á støðuni alla tíðina.
Hann viðgongur tó, at tað kann hava verið eitt sindur ógvusligt hjá vanligum ferðafólki og teir vóru eisini ³nakað nær Kósini3. Men nakar vandi var ongantíð á ferð.
Tað, sum hendi, var ikki annað enn tað, sum kann henda, sigur hann.
Hann sigur, at tað sum hendi, var, at ein stýripinnur á brúnni gekk fyri.
Á brúnni hava vit nógvar stýripinnar, tríggjar í hvørjum borði.
Tað, sum hendi hendan túrin var, at táið vit tóku í tann eina stýripinnin, og skuldi snara inn ímóti ferjuleguni, virkaði hann ikki, og tí fór Ternan skeivan veg.
Men so var bara at taka ein annan stýripinn og so rættaðu vit skipið uppaftur.
Hann sigur, at tað hendir seg, at stýripinnarnir fara, tí teir hava avmarkaða livitíð.
Men av tí at vit hava tríggjar í hvørjum borði, hava vit altíð tveir at taka til, um ein skuldi farið, so tað var als ongin vandi á ferð, sigur skiparin.