Eingin vann kjakið í gjár

Donald Trump og Hilary Clinton kastaðu við runu eftir hvørjum øðrum

Tað bleiv ein óvanliga harður orðradráttur í gjár millum forsetavalenini, Donald Trump og Hilary Clinton.

Tað bleiv væntað áðrenn kjakið, at valevnini fóru at høgga eftir hvørjum øðrum, eftir at eitt 11 ára gamalt brot av Trump kom fram, har hann tosar um kvinnur í ógvuliga niðurgerandi tónum.

Tónin var eisini lagdur beinavegin tá tey komu inn. Tey tóku ikki í hondina á hvørjum øðrum tá kjakið byrjaði, sum annars er vanligt.

Tey komu inn á nøkur politisk evnir – treyðugt so. ISIS var uppi at venda nakrar ferðir, búskapurin og arbeiðspláss. Gjøgnumgangandi var tó persónlig høgg frá hvørjum øðrum.

Flestu útlendsku miðlar leggja eisini dentin á júst tað.

Trump legði eftir Clinton við teldupostgøluni, ið hann helt Hilary skuldi í fongsul fyri, og viðferðini hjá manni hennara av kvinnum. Hilary Clinton hinvegin legði eftir Donald Trum og hansara uppførsli í øllum valdystinum, ið hevur víst, at hann er ikki egnaður sum forseti.

Tað er eingin greið niðurstøða eftir kjakið, hvør vann. Tey flestu eru tó samd um, at tey, ið áðrenn dystin ikki høvdu tikið støðu hvønn tey skuldu velja, ivast enn.