Eingin veit hvussu føroyingar hava tað

Meginparturin av fíggjarlógini fer til vælferð, men føroyskur vælferðarpolitikkur manglar veruliga gransking, sum vísir, hvørjar avleiðingar førdi politikkurin hevur fyri vanliga føroyingin. Hetta staðfestir Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni og føroyskt umboð í stórari norðulendskari granskingarætlan

Sambært Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra á Almanastovuni og føroyska umboðið í einum arbeiðsbólki hjá Norðurlandaráðharraráðnum, sum í 2000 fekk 35 milliónir til at stuðla vælferðargransking í Norðanlondum, hevði eitt sterkari føroyskt granskingarumhvørvið kunna stuðlað undir ein dygdargóðan vælferðarpolitik.

- Meira enn helvtin av føroysku fíggjarlógini fer til almanna- og heilsumál. Tí hevur tað serliga stóran týdning at gransking í vælferð og sosialum spurningum verður raðfest høgt, sigur hon.

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, er samdur við stjóranum í Almannastovuni og heldur, at vit hava tørv á meira vitan um føroysku vælferðina.

- Okkum manglar tað heilt grunnleggjandi dátugrundarlagið, her hugsi eg um fólkayvirlit, arbeiðsmarknaðartøl, útbúgvingartøl, bústaðarviðurskifti, og familju-, húsarhalds- og inntøkuviðurskifti, sigur landsstýrimaðurin og váttar, at tá tað kemur til sosialgransking standa vit púrasta á berum í Føroyum.

Tá Norðurlandaráharraráðið í 2000 setti eina stóra granskingarverkætlan í gongd, vísti tað seg  at vælferðin í útnorði var alt ov illa umboðað í teimum granskingarætlanum, sum komu inn. At eingin føroysk granksingarætlan bjóðaði seg fram til 35 milliónir stóru puljuna, sigur kanska eitt sindur um støðuna hjá vælferðargransking í Føroyum.

Fyri at Føroyar, Grønland og Ísland ikki skuldu vera heilt við sviðusoð, varð avgjørt at skipa fyri ráðstevnum í Íslandi og Føroyum, har granskarar úr teim trimum londunum kundu leggja teirra vitan fram. Í samband við at henda verkætlan nú er at enda komin, verður í morgin ein bókaframløgu, har tvey savnsrit frá hesum arbeiði verða løgd fram.

Bókin, Arbejde, Helse og Velfærd i Vestnorden, er eitt savn av vísindaligum greinum skrivaðar av 15 ymiskum rithøvundum úr útnorði. Í bókini eru millum annað greinar eftir Beintu í Jákupsstovu, Høgna Debes Joensen, Pál Weihe og Elin Súsonnu Jacobsen.

Hin bókin, Forskning indenfor social-, sundheds- og arbejdsmarkedsforhold i Vestnorden, er ein samanumtøka av ráðstevnu, sum var í Føroyum í 2004.


Tapa kappingina

Um føroyskir politikarar ikki seta pengar av til vælferðargransking, tapa vit, sambært Petru Johnsdóttir Joensen, kappingina um granskarar og granskingarstuðul í norðurlendskum høpi. Vit koma ikki upp í part, tá granskingarpengar verða býttir út.

- Um vit ikki vilja kanna okkara egnu vælferð, kunnu vit ikki vænta, at onnur gera tað, sigur hon. Tað eru ikki somu spurningar, sum eru átrokandi í útnorði, sum í hinum norðanlondunum, og tí mugu vit sjálvi raðfesta føroyska gransking.

- Okkum tørvar at seta gransking í sosialmálum á breddan.  Vit hava aðrar trupuleikar, aðrar skipanar og aðrar lógir innan tað sosiala enn til dømis Danmark, og avleiðingarnar av hesum skipanum og lógum eiga at verða kannaðar, greiðir Petra Johnsdóttir Joensen frá.


Standa á berum

Spurningurin er, hvør skal seta gongd á granskingina, og hvussu hon skal skipast. Petra Johnsdóttir Joensen leggur áherslu á, at tað hevur týdning at skapa eitt umhvørvið, tí hetta gevur granskingini ein stabilitet og kontinuitet, sum er týdningarmikil.

- Ein góður og lættur háttur at styrkja føroyska vælferðargransking er at seta pengar av til gransking á teim ymisku ráðunum og stovnunum, so at fólk, sum arbeiða á økinum, hava møguleika at fara inn í ymiskar granskingarætlanir.

Hans Pauli Strøm staðfestir, at á sosialgranskingarøkinum standa vit púrasta á berum í Føroyum, og hann heldur eisini, at vit eiga at skapa umstøður fyri gransking innan ymisku sektorarnir í almannaverkinum.

Men tørvur er eisini á, at vit taka støðu til, hvussu eitt veruligt umhvørvið fyri vælferðargransking kann setast á stovn í Føroyum, sigur hann.

Sitandi landsstýrið hevur sett eina verkætlan í gongd, har Hagstovan skal gera eina umfatandi fólkateljing, og Hans Pauli Strøm er sannførdur um, at henda fólkateljing fer at vera grundarlag fyri nýggjum og neyguðum hagtalsskráum. Tvær stórar KTverkætlanir, sum er kjølsettar í hesum valskeiðnum fara eisini at hava stóran týdning fyri gransking í føroyskari vælferð, sigur hann.

 


Betri politik og betri kjak

Umframt at vera eitt amboð til betri politiska stýring, kann granskingin eisini broyta almenna føroyska kjakið um vælferð og vælferðarpolitik.

- Beinta í Jákupsstovu sigur í grein síni, at vandin í Føroyum er, at vit bara viðgera einstaklingamál í almenna kjakinum, og hesum eri eg púra samd í, sigur Petra Johnsdóttir Joensen. Føroyar hava kanska serligan tørv fyri einum amboðið at skapa distansu og síggja tendensir.

- Gransking hevði givið fjølmiðlunum møguleika at seta fokus á rætta trupuleikan, so at vit ikki bara viðgera einstøk mál og tann yvirflatiska trupuleikan, men kunnu fáa eyguni upp fyri teim undirliggjandi orsøkunum, staðfestir hon.

Tá kjakið bara viðger einstøk dømi, kunnu myndugleikar ikki úttala seg, og kjakið fær tí ikki tað tyngd og trúviriði, sum tað átti, heldur Petra Johnsdóttir Joensen.

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, er eisini sannførdur um, at granksing á økinum fer at broyta føroyska kjakið.

- Men hetta frálíka bókaverk, sum nú er gjørt er eisini eitt gott íkast til at dygdarmenna tað fakliga og politiska vælferðarkjakið í Føroyum, sigur Hans Pauli Srøm.




Bókaframløga um vælferð

Í morgin, 6. september, verður framløgu um tvær bøkur um vælferð í Útnorði, sum Vælferðargranskingarætlanin hjá Norðurlandaráðharraráðnum hevur fíggjað. Framløgurnar verða í Sjúkrarøktarfrøðisskúlanum  klokkan eitt. Millum rithøvundarnar eru Beintu í Jákupsstovu, Høgna Debes Joensen, Pál Weihe og Elin Súsonnu Jacobsen. Til bókaframløguna fer Guðbjørg Linda Rafnsdóttir, ritstjóri, at greiða frá arbeiðinum, og føroysku rithøvundarnir siga frá teirra greinum í bókini. Politikarnir Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður og Hendrik Old, limur í formansskapinum í Útnorður Ráðnum fara eisini at bera heilsu fram.

 


Brot úr grein hjá Beintu í Jákupsstovu í bókini

Arbejde, helse og velfærd i Vestnorden

Det færøoyske samfunnet er lite, og det skaper spesielle utfordringer for kunnskapsprodusentene. Nettopp fordi samfunnet er lite, kan tallfesting av forholdene være et godt virkemiddel for å få øye på systematiske brister i det færøyske samfunnet. Statistikkproduksjon kan bidra til å skape nødvendig distanse og fjerne fokus fra fordommer og detaljkunnskap om personer med sosiale problem.