Eingin viðmerking frá Tjóðveldisflokkinum

Tjóðveldisflokkurin hevði í gjár ongar viðmerkingar um atburðin hjá Tórbjørn Jacobsen móti lærarunum úr Vestmanna

 

Hóast Sosialurin í gjár avtalaði við Høgna Hoydal, formann Tjóðveldisfloksins, at fáa eina viðmerking um atburðin hjá Tórbjørn Jacobsen móti lærarunum úr Vestmanna, bar hetta ikki til, eftir at Høgni Hoyal hevði lisið greinina.

? Høgni hevur ikki havt tíð at seta seg inn í málið, vóru einastu boðini, vit fingu, og tey komu frá skrivaranum hjá Høgna Hoydal.

Vit avtalaðu eisini við Tórbjørn Jacobsen at fáa eina viðmerking, men tá alt kom til stykkis, var hann ikki at fáa fatur á.