Eingin vil gjalda

?Vit fara undir ongum umstøðum at gjalda fyri eina atløgubryggju til nýggja suðuroyarskipið, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn

TÓRSHAVNAR HAVN

Hin 12. oktober 2004 verður nýggja suðuroyarskipið latið eigarunum, Strandfaraskip landsins. Enn er ikki avgjørt, um nýggja skipið eisini fær navnið Smyril, men líka mikið hvat navnið verður, so bíðar ikki nakar stórfingin fagnaður eftir skipinum í Havn.
Tórshavnar havn fær í vár ein nýggjan stórkunda í nýggju Norrønu, og hetta merkir stórar broytingar á Eystary bryggju.
Ein ætlan er eisini gjørd fyri, hvussu nýggja suðuroyarskipið best kann húsast hjá Tórshavnar havn, nú ein nýggj Norrøna gerst fastur fúsur á Eystaru bryggju (sì tekning).
Jónsvein Lamhauge, havnarfúti hjá Tórshavnar havn, sigur, at verkætlanin at gera nýggja atløgubryggjuna til nýggja suðuroyarskipið væntandi fer at kosta einar tjúgu milliónir.
Trupulleikin er bert tann, at eingin vil gjalda hendan prísin.
?Vit fara undir ongum umstøðum at gjalda fyri eina atløgubryggju til nýggja suðuroyarskipið, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn.
Hann sigur, at teir greitt hava boðað landsstýrismanninum, Bjarna Djurholm, frá, hvør teirra støða er.
?Talan er um eina farleið, sum siglir millum Havnina og Suðuroynna, og tá landið kann gjalda fyri broytingar á ferjulegur aðrastaðni, so kann landið eisini gera tað í Havn, sigur Jan Christiansen.
Hann ger púra greitt, at Tórshavnar kommuna ikki metir tað sum eina kommunala uppgávu hjá teimum at gera hetta arbeiðið.
Sambært Jan Christiansen hevur kommunan fingið at vita frá Bjarna Djurholm, at ongir pengar eru tøkir til nýggja atløgubryggju sum er.
Tekur landsstýrið ikki í egnan barm og ger av, at tað er landsuuppgáva at gjalda fyri atløgubryggjuna til nýggja suðuroyarskipið, so verður skipið at rokna sum eitthvørt annað skip, ið leggur at í Havn. Hetta sigur Jan Christiansen.
?Skipið vil so fáa tað pláss, sum eftir umstøðunum er tøkt, tá tað skal leggja at. Skipið fær somu treytir sum onnur skip, og kostnaðurin verður tann sami. Hetta vil so eisini gerast munandi dýrari fyri Strandferðsluna, sigur Jan Christiansen.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa hendur á Bjarna Djurholm til eina viðmerking.