Eingir føroyingar við í AaB-aðalroyndini

Um vikuskiftið byrjar danska superligan aftur eftir drúgvan vetrarsteðg. Týsdagin spældi AaB seinasta venjingardystin áðrenn kappingarbyrjan. Dysturin var ímóti svenska liðnum IFK Gøteborg.

 

AaB-venjarin Erik Hamrén hevði tikið 18 spælarar við til dystin, og hvørgin av føroysku spælarunum var við í hópinum. Jóin Rói Jacobsen er framvegis plágaður av skaða, meðan Súni Olsen ikki rættiliga er sloppin upp í part aftur, eftir at hann eisini stríddist við skaða.

 

AaB vann dystin ímóti IFK Gøteborg 2-1.