Eingir pengar til landsstýrismann

Fíggjarnevndin vísti í gjár aftur umbøn frá løgmanni pengar til løn til Tórbjørn Jacobsen. Heini O. Heinesen er sera misnøgdur við atburðin hjá fíggjarnevndarformanninum í hesum máli

Eirikur Lindenskov


Enn er ógreitt, hvussu verður við lønini hjá Tórbjørn Jacobsen, sum Tjóðveldisflokkurin fríggjadagin í síðstu viku innstillaði til nýggjan landsstýrismann eftir Signar á Brúnni

Løgmaður hevur gjørt gjreitt, at hann fer ikki at seta nýggjan landsstýrismann, fyri enn lønarviðurskiftini eru greidd. Og tað verður ikki fyrr enn 1. oktober um ikki løgtingið játtar pengarnar. Til 1. oktober fær Signar á Brúnni bæði landsstýrismannaløn, koyripengar og borðfæ, sum Tórbjørn Jacobsen annars skuldi fingið.

Tórbjørn Jacobsen hevur kortini sagt, at hann fegin fer í landsstýrið, fær hann løn ella ikki.

Á fíggjarnevndarfundi gjáramorgunin vísti nevndin umbøn frá løgmanni aftur um at fáa pengarbar til lønina.


Ójøvn lønarviðurskifti

Rættuligar stórar broytingar vórðu í fjør gjørdar í lønarviðurskiftunum hjá løgtingsmonnum. M. a. hækkaði grundlønin úr umleið 16.000 krónum upp í 25.000 krónur umframt koyripening og eitthvørt ískoyti.

Men tað er tó stórur munur á at vera valdur tingmaður og at sita sum tingmaður fyri ein landsstýrismann. Hetta mátti Tórbjørn Jacobsen sanna, tá hann misti sæti á tingi, tá Signar á Brúnni aftur gjørdist tingmaður.

Sum tingmaður fekk Tórbjørn lønina goldna frammanundan. men tá hann reyk úr tinginum tann 23. mars stegði lønin við brestin og hann varð biðin um at gjalda 23.000 krónur aftur.

Meðan stríðið stendur um at finna pengar til lønina hjá Tórbjørn Jacobsen, fær Signar á Brúnni løn sum tingmaður, løn sum landsstýrismaður, koyripengar sum tingmaður, koyripengar sum landsstýrismaður og broðfæ sum landsstýrismaður - tilsamans sum einar fimm arbeiðsmannalønir.


Minnilutaverjan nóg mikið

Tað er nógmikið, um tveir av fimm fíggjarnevndarlimum vísa slíkari umbøn aftur, sum hana frá løgmanni um pengar. Hetta var eisini tað, sum hendi, hóast fíggjarnevndarformaðurin, Bjarni Djurholm ikki var á fundi.

Men Heini O. Heinesen er sera misnøgdur við framferðina hjá fíggjarnevndarformanninum.

Hann úttalar seg um hetta málið í bløðunum og sigur, at umbønin helst verður sent løgmanni aftur. Hetta haldi eg vera sera løgi, tí hann skapar løgmanni trupulleikar. Hetta er ikki ein spurningur um persónar - men ein spurningur um, at Tjóðveldisflokkurin fær sín landsstýrissess mannaðan, sigur Heini O. Heinisen.

Heini O. Heinesen heldur tað eisini vera sera løgi, at Bjarni Djurholm skal gera so nógv burtur úr hesum málinum - og vísir á støðuna, tá Jørgen Niclasen varð settur í landsstýrissessin hjá John Petersen.

Tá var tað eingin, sum tosaði um nakra eykajáttan, og fíggjarnevndin varð als ikki spurd, sigur hann.

Heini O. Heinesen gevur eisini Bjarna Djurholm skuldina fyri, at Signar á Brúnni kom so illa fyri síðsta summar, at hann nú varð noyddur at leggja frá sær.

? Tá setti Bjarni Djurholm seg hart ímóti at geva eykajáttan, soleiðis at Sjónvarp Føroya kundi gjalda starvsfólkinum løn. Hesa ábyrgd tók Signar á Brúnni á seg - og mátti so líða á henda hátt fyri tað. Hevði Signar á Brúnni ikki goldið pengarnar, so hevði verið svartur skíggi í SvF síðsta summar - og so hevði Signar á Brúnni ikki sett seg sjálvan í vanda, sigur Heini O. Heinesen