Í teimum smáu bygdakommunum eru tær sosialu umstøðurnar so tryggar og góðar og sambandið við familju og nærumhvørvi so gott, at har eru eingir trupulleikar av rúsdrekka og ólevnaði. Í stórbýnum Mariehamn harafturímóti er ungdómurin rótleysur og forsømdur, og tey ungu drekka og roykja illa, og har er tað at ungdómurin spillist og kemur sær út í sosialt óføri.
Hetta hevur verið ein sera fastgrógvin uppfatan her á Álandi, og nógvar eru tær familjurnar sum hava keypt sær hús ?úti á landinum? júst fyri at børnini skuldu fáa tann trygga sosiala uppvøksturin, sum er at finna uttan fyri ?stórbýin?. Ongum hevur komið til hugs at seta spurnartekin við hesa sjálvsøgdu mynd, enn minni kanna um hon hevur hald í veruleikanum.
Men nú í málið fyri fyrstu ferð er kannað er ?sannleikin? vendur á høvdið. Tað vísir seg at myndin er beint tvørturímóti: Tað er á bygd, ið tey drekka og roykja mest og byrja yngst at vera seksuelt aktiv. Meðan tann ?fordervaði? ungdómurin í býnum er nógv meira afturhaldandi hvat viðvíkur øllum hesum syndum.
Hetta er komið fram í eini spurnarkanning, sum var almannakunngjörd í dag, og sum byggir á upplýsingar frá 93,3% av øllum skúlanæmingum frá 7.-9. flokki á Álandi. ?17 spurningar til lívið? er heitið á kanningini, og spurningarnir verða settir øllum skúlanæmingum á áðurnevnda skúlastigi umleið annað til triðja hvørt ár. Endamálið er, at fáa eina mynd av hvat rørir seg millum ungfólk á Álandi.
Hetta varð fjórðu ferð kanningin varð gjørd, men fyrstu ferð hon varð løgd soleiðis til rættis, at til bar at sundurgreina munirnar millum ymiskar partar av oyggjunum.
Tomas Lundberg, leiðari fyri sosialu umsitingini hjá álendska landsstýrinum sigur, at á næstan øllum økjum eru tølini hægri fyri ungdómin ?á landinum? en fyri ungdómin í Mariehamn. (Viðmerkjast skal, at Mariehamn við 10 500 íbúgvum er einasti veruligi býur í øllum Álandi, hvørs samlaða íbúgvaratal er 25 000.) Til dømis hava 37,5% av dreingjunum á bygd, sum ganga í sjeynda flokki onkuntíð verið fullir. Sama tal í Mariehamn er 21,3%.
Serliga genturnar á bygd ?liva vilt?. 31% av bygdagentunum siga seg nýta rúsdrekka eina til tvær ferðir um mánaðin, meðan talið fyri (Mariu-) havnargenturnar er 22%. Av gentunum í sjeynda flokki á bygd siga 17% seg hava havt sína fyrstu samlegu, men bert 5% av sjeynda floksgentunum í Mariehamn hava tikið hetta álvarsliga stigið.
Bæði leiðarin fyri álendsku sosialumsitingini og leiðarin fyri kommunala ungdómsvirkseminum í Mariehamn hava eina greiða ábending um, hví tølini síggja út sum tey gera.
Helena Wachiovak, ið arbeiðir innan ungdómsfyrisitingina í Mariehamn, heldur at tølini í Mariehamn síggja betur út enn á bygd takkað verið tí umfatandi og vælskipaða ungdómsvirkseminum í býnum og einum kommunalum ungdómshúsi, sum hevur sera gott samband við sínar brúkarar.
Tomas Lundberg, sosialstjóri í Landsstýrinum, heldur at tey drekka og roykja meira á bygd, tí at tey onki skilabetri vita sær at gera. Tað er ein sannroynd, at tær smærru kommunarnar gera lítið við at skapa frítíðartilboð til tey ungu.
?Vit vita, at tey ið byrja ung at drekka hava trupult við at tálma rúsdrekkanýtslu síni, tá tey gerast vaksin, og tey eru soleiðis í størri vanda fyri at gerast misnýtarar. Gerast tey misnýtarar kostar tað samfelagnum munandi meira enn tað kostar at reka eitt ungdómshús.?
Tað sigst, at Niels Juul Arge einaferð í eini útvarpssamrøðu spurdi ein gamlan mann á útoyggj í Føroyum, hvat fólk plagdu at fáa tíðina at ganga við, tá tey ikki arbeiddu: ?Vit spæla kort og smám.gga?, var svarið. Tað er einki nýtt at keðsemi á smáplássum ofta er vissari leið í syndina enn ólevnaðurin í ?stórbýum?.
At enda skal sigast, at kanningin eisini vísti positiv úrslit. Eitt nú at álendskur ungdómur nýtir munandi minni narkotika enn ungdómur í Svøríki og Finlandi, og at ungdómurin á Álandi yvirhøvur trívist betur og hevur störri álit á framtíðina enn javnaldrarnir í teimum báðum stóru grannalondunum. Bert 4% av álendsku ungdómunum søgdu seg trívast ?ikki so væl? ella illa.
Mikkjal Helmsdal, Mariehamn