Eini hárleys jól

Hans Fróði Hansen ger aftur um seg. Nýggjasta røðin av vakurleikavørum frá Hans Fróða brýtur eitt tabuiserað mark, og fer undir beltið hjá manninum og kvinnuni. Barberingin verður ongantíð tann sama aftur, lovar hann

Vakurleikarøkt

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo



Fyrrverandi landsliðsleikarin og núverandi trendsetarin, Hans Fróði Hansen, ger nú aftur um seg við vakurleikavørum.

Nakað av tíð er liðin, síðan vit seinast hoyrdu nakað til Hans Fróða, seinast tá tað kom fram, at hann fór undir at samstarva við amerikansku superstjørnuna Brandy um eina nýggja røð av smyrsl-vørum.

Nú er Hans Fróði aftur á marknaðinum við nýggjum vørum til menn og kvinnur.

Við nýggju røðini »Below Your Belt« fer Hans Fróði Hansen inn á ein marknað, har eingin veruliga hevur verið fyrr. Sum navnið eisini sipar til, er hetta ein vakurleikavøra til tað allarheilagasta.

Nokk við flosklum og uttanumtosi. Below Your Belt er eitt krem til intimbarberingina. Hetta er ein nýggj røð av kremi, sum til teir menn, sum vilja brúka tað, lovar blankar kúlur.

- Below Your Belt er eitt heilt nýtt brand, og er tað fyrsta á marknaðinum, sum er beinleiðis til barberingina av tí staðnum, sum eingin tosar um, men sum næstan øll »hampa« um, sigur Hans Fróði Hansen.

Nýggja røðin er á ongan hátt, hóast hon er til tann erotiska partin, merkt av fúlheit. Pakningurin og merkið sær úteftir ógvuliga stílfult út og kvaliteturin av kreminum er á hægsta stigi.


Stórt potentiali

Hans Fróði Hansen er greiður yvir, at hetta er ein vøra, sum flytir nøkur mørk, ikki bara í Føroyum, har lítið verður tosað um teir privatu partarnar, men eisini í øðrum londum. Tó heldur hann, at tað er eitt øgiliga stórt potentiali í Below Your Belt.

- Bleiv spurdur av einum PR felag í Los Angeles, um eg havi gjørt nakað research áðrenn eg kom við hesari vøruni. Men ein kann jú bara staðfesta, at heimurin er ótrúliga stórur, og helvtin av fólkunum eru menn. Í øllum førum teimum londunum, har fólk brúka pengar upp á sjálvsrøkt, er tað ein ótrúliga stórur, ómettaður marknaður, sigur ein smílandi Hans Fróði Hansen.


Fýra heimspartar upp á fáar vikur hava bidi um Below Your Belt

Below Your Belt er nýtt fyri teimum flestu í Føroyum, men í Danmark og Skandinavia hevur røðin vakt stóran ans.

Danska Ekstra Bladet valdi herfyri BYB til ársins jólagávu, og vøran er longu komin út í fýra ymiskum heimspartum.

- Upp á heilt fáar vikur hava vit klárað at koma út á fýra kontinentum - Evropa, Norðuramerika, Asia og Afrika, uttan at brúka pening til marknaføring. Endamálid hjá okkum vid BYB er eisini at prógva, at um tú hevur eitt gott produkt, so eigur ta ikki at verda lysingarnar, sum gerda munin, men fólkid aftanfyri produktid, sigur Hans Fródi.

Hartil er Below Your Belt nú eisini millum uppskotini til heilar seks titlar í Danish Beauty Awards, sum verður hildið í apríl, og sum heiðrar vakurleikavørum í 25 ymiskum bólkum, millum annað sum ársins nýggja brand.

Sostatt gongur tað við rúkandi ferð við nýggju vakurleikarøðini.

- Og at vit eru í uppskoti til Danish Beauty Awards gevur eisini brandinum ein ótrúligan kreditt, sigur Hans Fróði.


Eitt brand við stíli

Below Your Belt er eitt merki, sum vendir sær til tann stílfulla mannin, í sama stíli sum Gucci, Armani og Hugo Boss.

Eins og Playboy hevur eina kanin, hevur Below Your Belt eina pingvin sum symbol til merkið.

- Pingvinin er ein sterkur karakterur. Pingvinin er líkasum í einum klædningi, hon er sum ein gentlemaður, hon er stílfull, hon er sosial, hon er vinarlig og vísur umsorgan, og tað er hesin maðurin, sum vit vilja, at merkið eisini umboðar, sigur Hans Fróði Hansen.

Ætlanin er eisini at pingvinin skal gerast ímyndin, sum kann nýtast til fleiri nýggj ting og til at útbyggja brandið við.


Ikki til føroyska marknaðin

Hans Fróði Hansen er greiður yvir, at hetta ikki er ein vøra, sum kemur at kollvelta í Føroyum, og hann staðfestir eisini, at ambitiónirnar eru ótrúliga stórar til hetta merkið.

- Hetta er eitt nýtt brand, sum er til so at siga allan heimin. Tað er eingin loyna, at tann føroyski marknaðurin ongantíð kemur at vera grundarlagið undir einum brandi sum hesum, og tí er hetta heldur ikki til tann føroyska marknaðin. Hetta er til allan heimin, sigur Hans Fróði Hansen.

Føroyingar eru tó ikki við sviðusoð, tí Below Your Belt kann keypast á netinum, og sambært Hans Fróða hava fleiri fyrispurningar verið úr Føroyum og tí valdu vit at taka av tá Salong Bronx í Havn vildu fáa loyvi til at selja BYB í Føroyum.


Eisini til kvinnur

Below Your Belt hevur higartil bert verið ein vøra til menn, tó at kvinnurnar eisini fáa ágóðan av tí. Men í dag kemur Below Your Belt – Woman á marknaðin, og sostatt verður nýggja vakurleikarøðin hjá Hans Fróða Hansen útbygt til eisini at fevna um hina helvtina av heimsmarknaðinum.

Sostatt ger Hans Fróði Hansen enn eitt stórt upplop, og er navnið Hans F. Hansen, sum hann kallar seg undir í Danmark og í USA, veruliga við at sláa seg fast í móta og vakurleikaheiminum.

Hóast hetta er áhugavert og slódbrótandi, er vegurin enn langur og hardur, men hann er ikki ómøguligur, sigur altid ein positivur Hans Fródi at enda.