Einir 100 - 200 hvalir í Mykines-grindini

Nógv ferðafólk stendur á landi í Mykinesi og fylgja við

Grindin, teir funnu undir landi í Mykinesi, er hampiliga góð at fáast við.

 

Tað sigur Esbern í Eyðansstovu, bóndi í Mykinesi. Hann var fyrsti bátur hjá grindini og hevur ligið einsamallur hjá henni nokk so leingi, men nú eru fleiri bátar við at koma afturat.

 

Tað vóru ferðafólk í Mykinesi, sum sóu grindina einar 100 metrar úr landi. Hann sigur, at grindin er hampiuliga góð at fáast, men tað er streymhart, og enn er langt eftir, komið er til lands við henni.

 

Hann sigur, at grindin gekk í trimum bólkum, men tað eydnaðist at fáa tveir bólkar saman, men tann triði bólkurin hvarv. hann metir, at eini 100-200 hvalir eru í grindini.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Esbern í Eyðansstovu, greiða frá