Vegna starvsnevndina fyri Føroyahúsið í Keypmannahavn
Tormóður Stórá, formaður
???????
Í bløðunum í farnu viku hevur útisetin Ólavur á Heygum eina grein hann kallar "Skal Føroyahúsið hava einkarrætt". Tað tænir neyvan nøkrum endamáli at fara út í blaðtjak um hetta evnið, men av tí at Føroyahúsið og leiðari tess í greinini verða løgd undir líkt og ólíkt, halda vit í starvsnevndini fyri Føroyahúsið tað verða neyðugt við hesi viðmerking til greinina.
Til sjálva yvirskrivtina er at siga, at Føroyahúsið ikki hevur nakað ynski um at hava einkarrætt til nakað sum helst, og als ikki til føroyska mentan.
At Føroyahúsið skal hava givið menningini av kappróðrinum "eitt skot fyri bógvin" og lagt "meinbogar" fyri kappróðrinum, er púra burturvið. Áhugafe-lagið Neystið hevur í mong ár verið við í umboðsráðnum fyri Føroyahúsið, og bæði Neystið og Tvørabáturin hava havt mong tiltøk í Føroyahúsinum til frama fyri teirra virksemi. Eisini hevur Føroyahúsið verið við í fyrireikingunum av øðrum tiltøkum, sum eisini hava lívgað virksemið hjá róðrarfólkunum, t.d. Norð-uratlantiska Mentunarstevnan í Keypmannahavn fyrrári.
At ólavsøkutiltakið seinasta ár skal hava verið ein miðvís ætlan fyri at leggja fótonglar fyri Ólav á Heygum og "hansara" stevnu í Týsklandi, er fullkomuliga høpisleys tala. Endurgevingin hjá Ólavi um tilgongdina til Ólavsøkuna í fjør sum "eitt trøll, sum kom undan kavi"er heldur ikki røtt, og skal í stuttum verða greitt nærri frá hesum tiltaki: Ólavsøka hevur verið hildin í Føroyahúsinum á hvørjum ári síðani seinast í áttatiárunum. Tiltøkini hava verið ymisk, og t.d. hevur altíð verið fastur táttur, í samstarvi við Út-varpið, at lurta eftir kappróðrinum í Havn.
Norðurbryggjan varð tikin í brúk á heysti 2003, og hevur hetta givið okkum útisetum møguleikar til onnur og størri tiltøk í Keypmannahavn. Tosað hevur verið um, at onkur av størru tiltøkunum, har karmarnir í Føroyahúsinum eru nakað trongir, kundu verið skipað á Norðurbryggjuni ístaðin, t.d. Ólavsøkan.
Fyri at vita um áhugi var fyri hesum, setti Føroyahúsið øllum feløgum og áhugabólkum stevnu tíðliga í fjør, har hetta varð umrøtt og nøkur hugskot vóru frammi um hvussu hetta kundi skipast. Áhugin var stórur og settur varð ein fyrireikingarbólkur við umboðum frá fleiri feløgum. Hesi arbeiddu hugaliga við fyrireikingunum og tiltakið mentist gjøgnum várið. Hildið varð, at tað varð sjálvsagt, nú stevnan skuldi haldast við havnafrontin, at kappróður varð ein náttúrligur partur. Hesum vóru serliga bátafólkini hugaði fyri, og kappróðurin gjørdist ein av mongu tættunum á Ólavsøkuni 2004. Tiltakið eydnaðist sum heild avbera væl og fekk góða undirtøku. Eftirmetingin hevur verið, at Norðurbryggjan er væl egnað til hetta tiltakið og semja hevur verið um, at halda Ólavsøkuna har tey komandi árini.
Í greinini hjá Ólavi á Heygum verður lagt eftir leiðaranum í Føroyahúsinum, sum skal hava "manipulerað" alt róðrarfólkið til at "venda sær móti" Ólavi á Heygum. Grovar skuldsetingar og lítil virðing fyri róðrarfólkinum og limunum í bátsmanningini Tvørabátinum. Okkum er kunnugt, at hetta briksl hevur sín uppruna í ósemju í felagnum Tvørábátinum, sum hevur havt við sær, at Ólavur á Heygum eisini har hevur smekkað við hurðini. Føroyahúsið blandar seg ikki í ósemjur í teimum lokalu feløgunum, og tí fara vit ikki at gera viðmerkingar til tann partin av greinini, men lata tað standa til tey sum varða av hesum felagi.
Tá Ólavur á Heygum skrivar, at "vit hava biðið Mentanarráð Føroya......... um at gera eina stevnu annaðhvørt ár", so sipar hann her allarhelst til eina kæru, sum hann persónliga hevur sent til Mentamálaráðið. Innihaldið í henni er nakað tað sama sum í blaðgreinini, men hann biður eisini Mentamálaráðið virka fyri, at Ólavsøka bara verður hildin annaðhvørt ár í Keypmannahavn. Føroyahúsið hevur havt høvi til at gera viðmerkingar til hesa kæru, har vit hava gjørt vart við, at vit ikki kunnu taka undir við sjónarmiðinum um at Ólavsøka ikki verður hildin á hvørjum ári. Tað er ikki rætt, at kæran hevur verið viðgjørd alment í Føroyahúsinum.
Føroyahúsið er gjøgnum ár og dag karmur um nógv ymiskt mentanarligt virk-semi, Meginparturin av størru tiltøkunum verða fyriskipaði í góðum og gevandi samstarvi við feløg, áhugabólkar og einstaklingar og á ymsan hátt roynir Føroyahúsið eisini at eggja til, at stig verða tikin av øðrum til at skipa fyri.
Virksemið í húsinum er ment nógv seinastu árini, og Føroyahúsið stendur í dag fyri einum breiðum og fjølbroyttum virksemi við rót í føroyskari mentan. Hetta er ikki minst takkað verið leiðaranum í húsin-um, Martini Fjallstein, sum tey árini hann hevur staðið á odda hevur lagt ómetaliga nógva orku og sýnt fyrimyndarlig evni til at sam-arbeiða og samkipa tey mongu áhugamál, sum eru millum føroyskar útisetar.
Tað undrar okkum, at Ólavur á Heygum ongantíð hevur vent sær til nevndina fyri Føroyahúsið við síni ónøgd um verksemið í húsinum og leiðara tess, men at hann fer beinleiðis til Mentamálaráðið og nú í fjølmiðlarnar, og tað kann bara gitast um endamálið við hesi mannagongd.