Einki asbest í tekjuni á Miðstovninum Havn

Teknologisk Institutt hevur kannað tekjuna og einki asbest kann staðfestast. Men tekjan verður skift kortini

Av tí at illgruni var um asbest í tekjuni á Mistovninum í Havn, sendi bygningsdeildin hjá Tórshavnar kommunu fyrr í mánaðinum eina roynd til Teknologisk Institutt í Danmark. Kommunan kunnaði tí foreldur um, at tekjan kundi hava asbest í sær.

Svar er nú komið uppá ta royndina, og einki asbest kann staðfestast í tekjuni.

Kortini er ætlanin at skifta tekjuna, og tað arbeiðið byrjar eftir ætlan seinni í vár.