Mjølnir-ÍF 2-0
Mjølnir hevði leygardagin vitjan av ÍF úr Fuglafirði, og ikki kann sigast annað enn, at dysturin endaði við tí úrslitið sum væntað var frammanundan.
Mjølnir vann nevniliga ein greiðan 2-0 sigur, og setti enn einferð eina tjúkka striku undir teirra málsetning um at gerast meistari triðja árið á rað.
At tær meina tað er eingin sum helst ivi um, og í grundini kunnu tey flestu skriva undir upp á, at tær eru einasta veruliga boðið upp á ein »nýggjan« meistara.
Spælið, sum Mjølnir, leggur fyri dagin er á einum heilt øðrum stigi enn tað, sum hini liðini higartil hava megnað, og ssum oftast sær út til at vera ov lætt.
ÍF kemur spakuliga
Hóast ÍF tapti móti Mjølnir er eingin orsøk at siga, at tað gongur illa.
Tær hava verið væl við í nógvum dystum í ár, og hóast byrjanin var tung, so hevur hilnast rættuliga væl.
Spælið hjá ÍF er merkt av at nógvir spælarar mangla royndirnar í hægru deildunum, og tá er gott av hava leikarar, sum Helen á Lakjuni og Randi Larsen at dúva upp á.
Hinvegin er tað trupult at sammeta við Marjuna Kalsø, sum stórt sæð hevur spælt flogbólt, alt tað fólk vita um at siga í Klaksvík.
Hon er ein ófatuligur stuðul hjá teimum yngru, har Tina Jacobsen til tíðir klárar seg serliga væl.
Nú kappingin fer í jólafrí, og stigini vera býtt í helvt er Mjølnir trý stig frammanfyri hini tá farið verður undir kappingina aftur eftir jól.
ÍF fær aftur samband við hini liðini nú stigini verða býtt í helvt, men um tað er nóg mikið til at tær skulu enda hægri á stigatalvuni er ilt at siga.