Fótbóltur
Hóast tað enn ikki eru komin stig á kontina, so hava junglutrummurnar boðað frá, at leikliga framgongdin hjá Skála hevur verið stór seinnu umførini. Bæði móti GÍ og B68 var um reppi, at hetta kastaði stig av sær, men ein blanding av væntandi hepni og máltevi førdi tó við sær, at hesar royndirnar vóru úrslitaleysar.
Tí var spenningurin hampuliga stórur undan útidystinum móti HB, sum tvær ferðir í bólkaspælinum hevði spælt Skála suður og norð, men sum síðani hevur havt sínar trupulleikar í kappingini, tó at úrslitini higartil hava verið góð.
Ómaksleyst
Men lat tað verða sagt alt fyri eitt, at Skála ongan tíð kom nær námind av hótta HB. Heimaliðið hevði so heldur ikki ein av sínum allar bestu døgum, men munurin á liðunum báðum var snøgt sagt somikið stórur, at teir reyð/svørtu ikki høvdu tørv á at ómaka sær alt ov nógv, og fyri stóran part kundu hugsa meira um at goyma kreftirnar til sunnudagin, tá gøtumenn koma á vitjan.
Kanska kundi bæði eitt og annað sær nakað øðrvísi út, um dómari ella linjuverji høvdu sæð álbogan, sum Bergleif Sólsker púrasta óprovokerað gav Petur Svavarson, men so stórur sum munurin var, so er kortini ivasamt, um hetta hevði broytt nakað sum helst.
Uttan at taka munnin ov fullan, so tóktist tað onkursvegna, sum um hevði Skála gloymt stóran part av høvdinum eftir heima. Har vóru í øllum førum eingi tekin um nakað sjálvsálit ella taktiskt umhugsni at síggja, og eitt nú var vinstra síða mest sum manntóm allan fyrra hálvleik, tí leikarar royndu at sleppa í part í álopinum. Hetta gav høgra borðið hjá HB óvanliga góðar sømdir, og innan tveir minuttir høvdu teir báðir leikararnir her úti eisini mest sum avgjørt dystin.
Fyrst var tað Hallur Danielsen, sum sera hegnisliga fekk kipt bóltin framvið Skála-málverjanum, áðrenn hann av baklinjuni snaraði bóltinum í málið, og bert lítlan minutt seinni stóð Rókur F. Jespersen púra leysur, eftir at Rógvi Jacobsen hevði sent innfyri úr høgru.
Hetta punkteraði fullkomuliga alla vón hjá Skála, og 3-0 málið var kanska gott dømi um, hvussu vónleys støðan var. Eins og í piltafótbólti stóðu fleiri HB-leikarar á rað og royndu seg við skotroyndum heilt inni undir málinum, áðrenn Rúni Nolsøe at enda kundi beina bóltin seinastu avgerandi metrarnar inn, og so var dysturin í roynd og veru liðugur.
Økonomigear
HB leikararnir tóktust í øllum førum als ikki hugaði at gera so øgiliga nógv meira við sakina eftir hetta. 3-0 mundi eisini vera ein nóg trivaligur sigur, og havandi í huga at næsti dysturin er longu sunnudagin, so var eisini væl skiljandi, at talan bleiv um økonomifótbólt.
Hetta gav í seinna hálvleiki Skála væl meira pláss at spæla á, men sæð burtur frá einum misnýttum risa møguleika fyrst í seinna hálvleiki, so høvdu gestirnir í Gundadali einki at bjóða uppá.
Meira er stórt sæð ikki at siga frá um dystin. Skála er enn stigaleyst í botninum, og gera teir sær ikki størri ómak enn tað sama, so er ilt at síggja, hvaðani stigini skulu koma. Hinvegin er einki at ivast í, at sálarliga mundi trúgvin upp á sigurin als ikki vera til staðar undan dystinum hesaferð, og tað verður fyrst og fremst hetta, sum skal betrast, áðrenn teir mánakvøldið spæla botnuppgerð móti hinum havnarliðinum.
Hjá HB mundi tað einamest vera stigini, sum høvdu nakað at siga hesaferð. At spæla ikki var fyrsta floks, hevur lítið upp á seg í so máta, og so mundi tað eisini koma væl við, at dysturin skuldi gerast so ómaksleysur, nú tað bert eru 72 tímar til næsta dystin. Og at enda telir tað so eisini á pluss-síðuni, at Martin Christensen nú tykist vera komin rættiliga fyri seg. Hesa ferð gjørdi hann um seg á miðvøllinum fyri skadda Nico Dugaru, og tað er einki at ivast í, at HB við honum tykist hava fingið fatur í einum leikara, sum í nógvar mátar kann vísa seg sum ein fongur av teimum heilt stóru.
Dysturin í tølum
HB-Skála 3-0 (3-0)
1-0: Hallur Danielsen, 18
2-0: Rókur F. Jespersen, 19
3-0: Rúni Nolsøe, 28
Dómari: Lassin Isaksen. Hevði avgjørt ein av teimum heldur lættaru arbeiðsdøgunum.
HB: Bárður Johannesen ? Hallur Danielsen, Bergleif Sólsker, Símun Eliasen, Janus M. Joensen ? Rókur F. Jespersen, Rúni Nolsøe, Martin Christensen, Rógvi Jacobsen ? Karsten From, Andrew av Fløtum
Skála: Eugen Voda ? Agnar Højgaard, Pauli Hansen, Dusan Juic, Arnhold Berg ? Jonhard Frederiksberg, Sveinur Justinussen, Aleksander Juic, Hanus Thorleifsson ? Bogi Gregersen, Petur G. Svavarsson
GK: Hanus Thorleifsson